Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ARKITEKTAKAPPING: VINNARIN FUNNIN HÓSDAGIN

Í hesi løtu situr dómsnevnd og metir um øll uppskotini, sum eru latin inn í stóru arkitektakappingini um miðbýin.

Dómsnevndin skal meta um tey sjey uppskotini, sum komu inn. Øll uppskotini eru latin inn av føroyskum arkitektum ella arkitektavirkjum. Uppskotini vísa á, hvussu ein skipað miðbýarmenning kann verða løgd til rættis. Umframt eina heildarætlan fyri miðbýarøkið leggja uppskotini serligan dent á økið kring Steinatún.

Kappingin hevur stóran týdning fyri býin. Tí hevur kommunan lagt áherðslu á at fáa viðurkendar fakdómarar við nógvum royndum.

Fakdómararnir eru Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn. Føroyski arkitekturin Turið Mohr er eisini dómari. Og so metir professarin á Københavns Universitet, Ellen Marie Braae, eisini um uppskotini, sum eru komin inn. Ellen Marie Braae hevur granskað innan býarskipan, og hevur drúgvar royndir sum dómari í arkitektakappingum.

Tað var í januar, at Tórshavnar kommuna skrivaði út arkitektakappingina. Allir arkitektar og øll arkitektavirki í Føroyum vórðu boðin at taka lut í kappingini.

Endamálið við arkitektakappingini er at menna høvuðsstaðin og tryggja byggilistarligu kósina í miðbýnum nógv ár fram í tíðina.

Úrskurðurin hjá dómarunum verður almannakunngjørdur 22. mai 2014 kl. 14 í Müllers Pakkhúsi.

Síðani verður skipað fyri almennari framsýning í Müllers Pakkhúsi við øllum uppskotunum. Framsýningin byrjar 27. mai og endar 9. juni.