Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Árligi norðurlendski justitsministarafundurin hildin í Oslo

Kári P. Højgaard , landsstýrismaður, hevur verið á norðurlendska justitsministarafundinum, sum í ár varð hildin tann 26. juni í Oslo. Av evnum, sum vóru viðgjørd á fundinum, vóru m.o. tiltøk móti harðskapi í parløgum og nærsambondum, sum flestu norðurlond arbeiða miðvíst við at fyribyrgja og steðga.

Uppskot til eina nýggja persónsupplýsingarlóggávu, sum arbeitt verður við í EU, varð eisini umrøtt. Semja varð um, at tað vóru fleiri spurningar, sum máttu kannast nærri, áðrenn londini kundu taka undir við uppskotinum.

Trupulleikarnir við marknaforðingum, sum kunnu standast av ymiskum lóggávum í norðanlondum, vóru eisini umrøddir.

Á fundinum greiddu norski justitsministarin og norski ríkisadvokaturin frá teimum átøkum og kanningum, sum eru gjørdar aftan á yvirgangsatsóknina í Oslo og á Utøya tann 22. juli 2011.

Aftan á fundin varð farið oman í Regeringskvartalet, har norski justitsministarin, Grete Faremo, vísti sínum norðurlendsku starvsfeløgum oyðileggingarnar og greiddi frá, hvussu tey høvdu upplivað hendan lagnutunga dagin. Ein tíðindafundur varð hildin í kjallaranum í Højblokka í tí sama rúminum, sum tilbúgvingareindin brúkti at samskipa hjálpina tann 22. juli 2011. Hetta er fyrstu ferð, at nakað virksemi hevur verið har síðani vanlukkudagin.

Kári P. Højgaard sigur: “Tað var hjartanemandi sjálvur at uppliva stóru oyðileggingarnar við hugsan um, hvussu ræðuligt hetta hevur verið fyri tey mongu, sum vóru rakt. Og eg hava stóra virðing fyri tí háttinum, sum norska stjórnin og norðmenn hava valt at handfara hesa truplu støðuna.”