Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arnold rokkið eftirlønaraldri

Týsdagin 13. desember var ein hugnaløta í Eydnuni á Oyrarbakka fyri Arnoldi Joensen, nú hann fer úr starvi sínum sum lærari við Norðskála-Oyrar skúla.

Arnold hevur starvast í sama skúla i 40 ár, har í millum eitt tíðarskeið sum fyrstilærari. Kim Durhuus, borgarstjóri, helt røðu og handaði blómutyssi.

Skúlaleiðarin, Nomi Jacobsen, segði eisini nøkur orð og handaði vegna starvsfelagar og næmingar eina gávu. Hetta var ein prýðiligur fjallsstavur, tí umframt at vera lærari eru eitt av stóru frítíðarítrivunum hjá Arnoldi at fáast við seyðahald.

Heilt at sleppa skúlanum ætlar Arnold tó ikki; hann fer eisini aftaná nýggjár at hava nakrar tímar í skúlanum.

Kelda. www.sunda.fo