Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársfrágreiðing í enskari týðing

ÁRSFRÁGREIÐING: Eins og undanfarin ár hevur Landsverk eisini hesaferð latið týða ársfrágreiðingina, sum nú er tøk á enskum í talgildari útgávu.

Í ársfrágreiðingini, sum kom út á føroyskum í juni, verður millum annað sett ljós á, at almenna húsarhaldið er komið til eitt vegamót, tí skorið er inn á bein nógvastaðni. Tí mugu kortini blandast av nýggjum, um vit framhaldandi vilja varðveita og menna tær tænastur, sum eitt nú Landsverk veitir.

- Bæði frá politiskari og umsitingarligari síðu er neyðugt at hugsa effektivisering í breiðari merking og vilja neyðugar broytingar, sigur stjórin á Landsverki í ársfrágreiðingini.

Fyrst í árinum spurdi Landsverk í eini Gallup-kanning føroyingar, hvussu nøgdir teir eru við tænasturnar hjá Landsverki. Samanumtikið fær stovnurin góð skoðsmál frá føroyingum, hóast fólk eru farin at merkja manglandi viðlíkahald.

Tað er framhaldandi ein stór avbjóðing hjá Landsverki, at viðlíkahaldsjáttanin í fleiri ár á rað er skorin niður, samstundis sum nýggj virkisøkir og verkløg eru komin afturat at umsita. Sostatt er ósamsvar millum krøvini til stovnin og játtanina á fíggjarlógini, verður víst á í ársfrágreiðingini hjá Landsverki.

Sum dømi um ósamsvarið millum krøv og játtan kann nevnast, at stovnurin í 1996 fekk tillutað 60,9 mió. krónur í viðlíkahaldsjáttan til infrakervið, meðan sama játtan nú er farin niður á 43,1 mío. krónur. Hetta svarar til eina minking á umleið 30 prosent, ella slakar 18 mió. krónur minni, enn fyri 20 árum síðani.

Ársfrágreiðingin á enskum kann heintast her: http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=19797

Ársfrágreiðingin á føroyskum kann heintast her: http://www.landsverk.fo/get.file?ID=10135