Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársins fyrsta whiskysmakking verður hildin leygardagin

Ársins fyrsta whiskysmakking verður hildin leygardagin tann 4. februar. Orsakað av, at onnur áhugaverd tiltøk eru sama dag (Uriah Heep kvøld í Norðurlandahúsinum), verður smakkingin framskundað til kl 18. Kostnaðurin er 300 kr.

Skráin fyri whiskysmakkingina verður henda:

Glencadam 15 ár, 40 %, OB

Linkwood 1976 (single cask), 30 ár, 46%, Gordon & Macpail fyri Juuls Vinhandel

Blair Athol 1981 (The Managers Dram) 15 ár, 59,4%, OB

Ledaig 1972 (single cask), 37 ár, 48,1%, Alambic Cassique

Ardbeg 1999 (single cask), 10 ár, 54,8%, Chieftains Choice

Á skránni eru fleiri sjáldsamar og sermerktar fløskur, sum umboða Speyside, Highlands, Islands og Islay. Ardbeg kenna tey flestu, og henda fløskan er ein nýggjari einkultfatsavtapping, ið er distillerað eftir at distillaríðið vaðr selt til Glenmorangie og av álvara gjørdist kent. Ledaig er heitið á teim torvutu fløskunum frá Tobermory á oynni Mull. Henda fløskan er ein einkultfatsavtapping frá 1972, sum er tann stóri árgangurin frá Tobermory. Linkwood er eitt klassiskt Speyside distillarí, sum fyri fysrtu ferð er við til eina EinMalt smakking. Fløskan er ein 30 ára gomul einkultfatsavtapping til danska marknaðin. Glencadam er eitt lítið Eastern Highlands distillarí, sum somuleiðis fyri fyrstu ferð er við til eina EinMalt smakking. Blair Athol fløskan er ein Managers Dram avtapping, sum ikki fæst í fríari sølu. Tað er eitt serliga útvalt fat, ið vanliga verður brúkt sum gáva til starvsfólk og samstarvsfelagar hjá distillarínum. Tað hevur kortini eydnast okkum at fáa fatur á eini slíkari fløsku, sum vit eru sera spentir uppá at smakka. Samanumtikið er smakkingin sett saman av kendum og meira ókendum distillaríum, sum eru umboðað við nøkrum av tí besta tey kunnu bjóða. EinMalt barrin - sum er Føroya størsta whiskybarr - verður eisini sett upp hetta kvøldið, og har verður møguligt at velja ímillum umleið 60 ymiskar whiskies.

Telist tú millum teirra, ið hava áhuga at vera við, meldar tú teg til smakkingina við at senda ein teldupost til ronnie@whisky.fo