Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársins fyrsti bátafestivalur verður á Toftum

Aftur í ár fer Bátafelagið á Toftum at skipa fyri árliga bátafestivalinum, sum hvørt ár síðan 2005 hevur verið hildin á Toftum fyrsta leygardag í mai.

Nú farið er um grækarismessu, og tjøldrini eru komin, er tíðin eisini komin hjá monnum at rigga bátar sínar til frítíðarsigling. Ársins fyrsti bátafestivalur stundar til, og tað er festivalurin, sum Bátafelagið á Toftum skipar fyri.

Leygardagin 4. mai verður tann stóri festivaldagurin á Toftum.

Sum vanligt hevur verið undanfarin ár, savnast bátarnir í Skálafirði um middagsleitið og síðan stevnir fylgið út eftir Skálafjørðinum og út á Toftir.

Tá komið er út móti Oyrunum, og bátarnir eftir neyvari skipan stevna inn í Oyrahavnina og leggja til bryggju, setir Harmonikuliðið sín dám á við at spæla sjómanssangir.

Tá allir bátarnir eru komnir trygt í havn, verður borðreitt við suppu.

Ymiskt verður til undirhalds á stevnuøkinum, sum seinnaparturin og kvøldið ganga, bæði fyri børnum og vaksnum, og tá kvøldið kemur, verður stórur dansur í tjaldinum.

Neyva skráin fyri Bátafestivalin verður lýst seinni, og av Toftum verður sagt, at allir bátaeigarar og stevnugestir annars eru hjartaliga vælkomin til bygdar at halda stevnu leygardagin 4. mai.