Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ÁRSINS FYRSTI FIMMARI: GROVUR SENSURUR

Perla: - Hóast Útvarp Føroya hevði lýst við, at fólk kundu ringja inn til Fimmaran, so slapp tó ongin framat. Vit vildu havt spurt advokatin, Christian Andreasen, hví hann ikki kravdi tekniska prógvið lagt fram, men tíðindastjórin, Johan Mortensen, segði, at hetta var ein alt ov persónligur spurningur!??? Oyggjatíðindi 1. oktober 2004.

Aftaná at tey bæði vórðu frídømd týsdagin fyri at hava sex-misbrúkt børnini, stendur eitt gapandi hol eftir.

Ein pedofilur gongur leysur, tí ongastaðnar gongur fram, at børnini eru ikki misbrúkt. Tað sum børnini hava sagt nú er, at hvørki mamman ella maðurin, hon livdi saman við, hava misbrúkt tey.

- Men hvør hevur so misbrúkt børnini. Eitt tekniskt prógv hevur verið í málinum síðani 1998 um eitt hár, sum tó ikki er DNA-kannað.

Verjuadvokaturin, Christian Andreasen, brúkti drúgva tíð í Fimmaranum at forklára hvussu strævið tað var við slíkum sakum, tá eingi teknisk prógv vóru, men bara frágreiðingar frá offrunum, við reyðum píli til aktuella málið, sum allur Fimmarin í veruleikanum snaraði um og var inspireraður av.

Frídømda konan var eisini frammi og segði sína hugsan um aktuella dómin.

Innslag var við Evu Smith, professara í revsirætti, sum forrestin eisini hevur eina viðmerking her í blaðnum um hvussu lítið eftirfarandi slíkir dómar eru.

Har var sálarfrøðingur, og Turid Debes Hentze - hon við Dátueftirlitinum, sum onga støðu hevur til lógarbrotið hjá bankunum um skráseting.

Ja, har var gott fólk av øllum handa slagi, men hóast lýst varð við, at fólk gott kundu ringja inn við spurningum ella viðmerkingum til sama Fimmara, var sensurur.

Vit á Oyggjatíðindum ringdu inn til hendan Óhefta public service stovnin, sum ÚF roynir at profilera seg við, men har var non-public service fyri kritiskum spurningum.

Vit vildu bara hava at vita frá verjanum í aktuella sakarmálinum, sum græt um manglandi teknisk prógv, hví hann so ikki kravdi skjal 10 lagt fram, sum er læknaváttanin, sum staðfestir, at svart har varð funnið uppi í endatarminum á dreinginum.

Men non-public servicestovnurin hevði sett Johan Mortensen, tíðindastjóra at lofta kritiskum spurningum.

- Hasin spurningurin er ov persónligur, fingu vit at vita frá non-public service-leiðaranum.

Eva Smith, professari í revsirætti heldur, at spurningurin um tekniska skjalið eigur eisini at verða settur ákæruvaldinum, men har vilja tey ikki svara slíkum spurningum.

Tað er eisini váttað frá øðrum síðum.

Tað vildi tí verið upplagt at spurt hendan verjan, tí, varð tekniska prógvið komið til sættis frá byrjan, so var eingin dómur at fella týsdagin.

So mikið er púra greitt í dag. Trupulleikin er, at onkur var, sum loftaði hesum tekniska prógvinum, og tí er hetta prógv eisini sent runt í allari føroysku og donsku skipanini.

Meðan almennu og politisku fjølmiðlarnir í Føroyum hava sungið tíðliga og seint um hendan dómin, hevur onki danskt blað borið hesi stórtíðindi. Har eru tey ikki »imponeraði«.

Men tey eru eisini tippaði við hesum tekniska prógvinum, sum ákæruvaldið als ikki brúkti ella vildi brúka.

Ársins fyrsti Fimmari líktist øllum hinum. Har valdar grovur non-public service sensurur framvegis.

20 september settu vit tíðindaleiðaranum hjá ÚF m.a. hendan spurningin:

Fleiri av lesarum okkara spyrja, um Útvarp Føroya ikki torir at viðgera málið um peningastovnarnar, og serliga Føroya Banka við atliti til skrásetingar hjá Ribers Kredit í Danmark.

Vit vildu vita, um orsøkin til at hetta lógarbrot ikki varð nevnt í útvarpinum var, at stjórin í ÚF er nevndarlimur í Føroya Banka.

- Havi verið burturstaddur, og havi ikki lisið greinir í Oyggjatíðindum um skrásetingar hjá danska stovninum Riber.

Tí fái eg ikki sagt meira í løtuni, men skal bara fullkomiliga afturvísa, at nevndarsessurin hjá Jógvani Jespersen hevur ávirkan á tíðindaflutningin hjá Útvarpi Føroya, segði Johan Mortensen, tíðindaleiðari 20 september.

Í dag hava vit 1. oktober, og enn er hann ikki komin við nakrari grundgeving, og tí mugu fólk jú ganga út frá, at eisini her valdar grovur non-public service sensurur. Hetta var tað, sum eisini var galdandi undir skipagøluni. Almenna- og politiska pressan tagdi.

Men var so mikið fræg, at hon kom við umberingum aftaná, men í dag er standurin bara akkurát tann sami.

Hetta fólkaslag hevur sett seg á deffinitiónsrættin uppá hvat er rætt og hvat er skeivt.

At fordómar um persónar og felagsskapir er avgerandi fyri um mál verða tikin upp ella ikki, tí florerar kriminaliteturin í Føroyum. Spyr bara tíðindaleiðaran í SvF.....