Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársins mest fjølbroytta skrá er tøk

G! kann nú kunngera skránna fyri ársins festival. Talan er um eina sera fjølbroytta og spennandi skrá, ið tónleikaliga fevnir frá ekstremum deyðsmálmi til svenskan popp, og frá ordiligum rumpusparkandi rokki til fólkatónleik, umframt nakað av tí besta innan elektroniskan tónleik.

Av høvuðsnøvnum er vert at leggja til merkis, at Dizzy Mizz Lizzy, At The Gates, Teitur, AVE og Enekk eru sett á skrá leygarkvøldið, meðan Amason, Hackney Colliery Band, Eivør, Hamferð og Lena eru millum nøvnini fríggjakvøldið. Eisini hóskvøldið er skráin sterk og fjølbroytt við Jamie Woon, Kiasmos, Barren Earth, Guðrið Hansdóttir, Hogna og Sakaris millum nøvnini.

Stutt sagt er talan um eina framúr spennandi festivalskrá, ið vit kunnu kunngera fyri tykkum í dag.

Leinkja til skránna sum PDF:

http://2tby9a3ud8582rc0vfo52fna.wpengine.netdna-cdn.com/wp-content/uploads/2015/07/G15_Skra.pdf