Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndina hevur Elisabeth Maria Pálsdóttir tekna til teknikapping hjá Granskingarráðnum í 2009.

Ársins Vitanarfróðu - kapping fyri skúlaflokkar

Granskingarráðið og Nám skipa fyri granskarakapping fyri skúlaflokkar í miðdeild og hádeild. Vit nevna kappingina Ársins Vitanarfróðu. Kappingin er skipað við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi. 

Næmingarnir skulu taka støði í onkrum, sum teir undrast á. Síðani verður arbeitt eftir einum føstum leisti, sum vit kalla arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu. Hetta skal at enda savnast í eini frágreiðing, sum skal sendast Granskingarráðnum.

Endamálið er at geva skúlum og næmingum møguleika at arbeiða sum granskarar: At orða ein spurdóm, at finna fram til nakrar hypotesur og síðani at kanna málið við at savna inn tilfar og gera royndir. At enda skulu úrslitini lýstast og onnur skulu kunnast.

Innbjóðing at luttaka er júst send til allar skúlar. Tey, sum hava hug at vera við, kunnu brúka næstu vikurnar at undrast og finna spurdómar at kanna. Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 21. september í 2017.

Neyvari kunning um krøv og leistur til frágreiðingina er at finna her: http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2017/arsins-vitanarfrodu/ 

Meting av frágreiðingum
Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur. 

Vinningar
Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við. 

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt. 

Vinnarin verður kunngjørdur á Vísindavøkuni 29. september í 2017 kl. 13.
 
Tað er Vitanarfróði ella Vitanarfróða á myndini omanfyri, alt eftir, um tú heldur, at hetta er ein drongur ella genta.

Myndina hevur Elisabeth Maria Pálsdóttir tekna til teknikapping hjá Granskingarráðnum í 2009.