Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ása Hammershaimb Christiansen verður valevni fyri Framsókn

Framsókn boðar frá, at 28 ára gamla Ása Hammershaimb Christiansen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. 

Ása, ið hevur eina dóttur, sum skjótt verður 2 ár, lesir Politikk og Umsiting á Fróðskaparsetur Føroya, har hon væntand verður bachelor í summar. Eftir summarsteðgin, er ætlanin at lesa master í løgfrøði á Setinum.

- Tað er neyðugt at fleiri kvinnur tora at bjóða seg fram í politikki. At fáa kvinnur við í politikk, tekur Framsókn í stóran álvara - hetta sæst m.a. aftur á vallistanum ið er kynsjavnbýttur.

- Framsókn rúmar sera væl tað, eg sjálv viriðsmeti. Javnrættindi fyri allir samfelagsbólkar, persónligt frælsi, liberalan vinnupolitikk - við sosialari ábyrgd. Sum lesandi í Føroyum er mítt hjartamál avgjørt at geva Fróðskaparsetur Føroyar betur umstøður, umframt at raðfesta lestraríbúðir høgt, tað hevur alstóran týdning fyri at fáa ungdóm at støðast í Føroyum.

- Framsókn er avgjørt mest framhugsandi flokkurin, ið ynskir at gera Føroyar til eitt nútíðar hóskandi samfelag.