Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ASF umsetingar heiðursløn handað Randi Ward & Sola OConnell

American-Scandinavian Foundation kunngera í skrivi at vinnarin av 33 árligu umsetingar kappingini. Randi Ward fekk ASF høvuðsheiðurin “main Translation Award.” “The Nadia Christensen Prize,” fyri umsetingina “Planks” (Fjalir) eftir Tórodda Poulsen. og Sola O'Connell fekk “Leif and Inger Sjöberg Award” fyri hennara umsetingar av útvaldum yrkingum eftir íslendska stórskaldið Gyrðir Elíasson.

Randi Ward er rithøvundur, umsetari, yrkjari og fotografur úr West Virginia. Hon tók A í Mentunnarsøgu á Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Arbeiði hennara eru í nógvum útgávum, t.d. Beloit Poetry Journal, Anthology of Appalachian Writers, Cold Mountain Review, Vencil. Dómsnevndin segði at umseting Ward av Tóroddi Poulsen við hennara nærlagni og sannførandi gav lesaranum møguleika at síggja skugganna dreymar og hugaheim á markinum til yrkingar Tórodd Poulsen, samstundis sum tey kundu merkja óvæntaða neistan av kraftini í tí føroyska málinum. Hendan framúrskarandi umsetingin gevur fyri fyrstu ferð einum størri lesaraskara møguleika at hoyra poetisku røddina hjá einari virknari mentan, sum mestsum er ókend í ensktalandi heiminum.

O´Connell, sum er íslendingur, hevur búð í New York seinastu 30 árini. Hon hevur havt eina lívlanga leið í at fáa íslendska poesi og bókmentir út til ein enskmæltan lurtaraskara. Dómararnir søgdu at O´Connell´sa konsisu og erligu umsetingar góðu serligt lív og landslag av Íslandi og savni Eliassonar av apokalyptiskum visiónum og dreymum undir tí køldu sólini. Hon hevur enn størri verk ávegis og fleiri umsetingar av verkum Gyrðir Eliassonar.

Keldur:

Scandinavian Review is the flagship publication of The American-Scandinavian Foundation: http://www.amscan.org/translation_pressrelease.html 

 

Poetry from Fjalir (2013) is also featured in the summer issue of Beloit Poetry Journal. In addition, the front and back covers of BPJ feature Randi Ward's photography of a grindadráp which took place in Tórshavn: http://www.bpj.org