Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

At elska Guð og næstan ella einans sjálvan seg

Jesus svarar, uppá spurning frá einum lógkønum, ið spyr: ”Meistari, hvat eigi eg at gera , fyri at eg kann arva ævigt lív?” Og Jesus svarar: ”Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta sum sjálvan teg. Hetta átti ikki at verið misskilt, men verður tað tíðint, tá egináhugamálini eru átreingjandi og verða sett í fremstu røð. Eg, meg og mítt er niðurlagi. Ella sungi verður: ”Vertin á hvat annar fær, EG skal nøra Mær”. 

Nú er tað so, at teir klóku eru farnir at greiða fólki frá, at skapanin er byrjað sum eitt molekyli fyri milliónum - kanska milliardum - av árum síðani. At nakar finnur uppá sovorðið nonsens er 'óbegrípuligt´.Hesir somu vísa eisini til, at menniskanskapanin stavar frá einari líknandi molekyluprocess. Nei, nú má tílíkt svass halda uppat. Vit trúgva fult og fast upp á, at Guð hevur skapað ALT: himmal og jørð, menniskju og dýr, fuglar og fisk, himmal og jørð og annars alt livandi, alt.

Molekylufantastarnir eru og vera fantastar. Lat okkum bert taka dømi um menniskja.- Tí um 10.000 fantastar fingu 10.000 ár um at gera eitt menniskja, so høvdu teirr verið noyddir at melda pass. Meðan Guð einans letur sá og egg koma saman í móðurlívinum – har eggið setur seg fast - og eftir einans 9 mðr. er menniskja fullgjørt við øllum, ið - vit vita – at bæði vit sjálvi og øll onnur hava fingið sum eina stórfingna gávu frá Gudi. Molekylufantastarnir hava avskaffa Guð og sett seg sjálvar í hansara stað. Kanska eru teir í loyndum satanistar, ið skulu imponera og villleiða fólkið og fáa flest møgulig at droppa GUD?

So venda vit aftur til , at elska Guð og næsta okkara: Ein kristin veit, at Guðs gávur til okkara kunnu ikki gerast upp í pengum. Bara vit sjálvi við heila, eygum, oyrum , hjarta og lungum, vit kunnu blíva við, hevur eitt óvurderiligt virði, ið lætt skuldi verið at takka Guði fyri og at elska Hann fyri, og tá hava vit ikki nevnt eina ørgrynnu av gávum ; mat og klæðir og alt, alt annað, ið hoyrir til og sum alt samalt eru Guðs gávur, sum vit njóta gott av hvønn dag. At elska Gud skuldi verið lættasta søk av verðini – og so lovar Hann harumframt at taka okkum heim til sín í teir ævigi búðstaðir til sín, tá vit fara higani og reisa upp til Dómadag. . Sikken en Gávuríkur, góður og mildur Faðir, ið eisini fylgist við okkum gjøgnum lívið hvørja løtu og hvørja stund.

Har er bara eitt men, og tað er, at har eru bert tveir vegir at ganga , tá endin er náddur: ein breiður og ein smalur. Smali vegur førir til Faðir okkara, sum bíðjar eftir teimum, ið hava elska bæði Guð og næsta, meðan breiði vegur er til tey mongu, ið bert elskaðu seg og sítt. Tíðverri eru hetta langt tey flestu, sum ganga har, og sum verða tileinkisgjørd.

Men kærleiksleysa lívi til Guð og næstan leiddi tey mongu eftir breiða vegi til myrkursins tileinkisgerilsi, har tey verða totalt útslettaði og eingin fer síðani at vita, at tey nakrantíð hava verið til. Hetta er sorgarleikurin mikli.

Hini, ið hava elskað bæði Guð og næstan, ganga eftir smala vegi inn í Guðs Ríki og liva har í gleði og gaman í allar ævir. Teirra alskur stendst av Guðs stóru og endaleysu gávumildni, og er ikki nakað gjald, men gávumildni til tey av Guðs børnum, ið á einhvønn hátt sakna nakað andaligt, handaligt ella kanska matligt ella vitjandi í einsemi . Tey hava følt trongd til æra Guð gjøgnum næstan. Hjartahitandi ekkò av Guðs botnleysa kærleikserklering gjøgnum tað totalu skapanina. Tey hava virðissett og lovprísa Guði gjøgnum vælvild og kærleika til næsta. Tað hava hini ikki. Tí eru tveir vegir. Tíð er enn at velja smala vegin. Ger tað!

Onkur hevur spurt um, hví Guð ikki hevur noytt hesu mongu á breiða vegi inn á smala veg, men svarið er , at Guð ikki vil hava trælir í sínum riki. Vit hava øll fingið treytirnar, og Guð hevur skapt okkum øll, og givið okkum ríkidømi uttan mørk, og hann forvæntar, at vit, um vit vilja vera børn hansara her og nú og í allar ævir saman við Honum í Ríki Hansara, at vit sum eina sjálvfylgju elska Guð sjálvan og annars øll børn hansara – næsta.

Valið er okkara, vit eru øll vitandi um valið, og ongin tvingar okkum til nakað sum helst. Ábyrgdin er tín, sum sagt plagar at vera. Einasta troyst er, at biðjur tú um umbering fyri eitthvørt tú hevur gjørt ella ikki gjørt, men sum tú átti havt gjørt, so verður hon givin. Ger tað!

Dagfinnur Danbjørg.