Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atkvøða ikki og hava onki alternativ

Jógvan Arge førir í almennari grein fram, at Tórshavnar kommuna næstu árini fer at lána pening til 100-tals miljónaíløgur í stórar byggiætlanir. Hann postulerar, at samlaðu lánini, tá tey verða uppá tað mesta, fara at liggja um eina miljard krónur. Og hevði hann roknað 10 ár longur fram í tíð, so kanska hann kom uppá 5 miljardir!

Jógvan Arge veit væl, at hetta ikki hevði borið til í praksis, tí uttan mun til umstøðurnar annars, so ber ikki til at lána meira enn eina álíkning. Tá tað er sagt, so er á ongan hátt ætlanin, at stóru íløguætlaninar skulu fíggjast við lánum eina. Kommunan hevur ikki havt tørv á at lána pening í nógv ár, hóast fleiri stórar íløgur eru gjørdar á fleiri økjum, eg kann sum dømi nevna tveir stórar nýmótans skúlar, ellis- og røktarheim, eins og stórar íløgur eru gjørdar í infrakervinum og á ítróttarøkinum.

Tað er rætt, at vit ætla at fíggja ein part av størstu íløgunum við eini lántøku, men við at gera og fíggja hesi arbeiði við íløgum yvir fleiri ár, verður stórur partur fíggjaður við inntøkum.

Søgurnar hjá Jógvani um lán til bankabygningin duttu líkasum til jarðar, samstundis sum greinin hjá honum kom út. Jógvan veit væl, at talan var um keyp av tveimum bygningum, harav tann eini er goldin, m.a. við sølu av øðrum ognum, og at meiningin er at selja hin. Samráðingar eru í gongd. So í hesum var heldur onki nýtt.

Tórshavnar havn vinnur sínar egnu pengar. So ein íløga hjá Tórshavnar havn skal gjaldast við inntøkum hjá Tórshavnar havn, ikki av skattgjaldaranum í Tórshavnar kommunu. Tvørturímóti fer hendan íløgan at tryggja og breiðka um skattagrundarlagið hjá Tórshavnar kommunu.

Tjóðveldi hevur verið við í øllum viðgerðunum av hesi fíggjarætlanini. Ikki eitt einasta broytingaruppskot er komið frá Jógvan Arge, onki alternativ til nú samtyktu fíggjarætlanina er nakrantíð komið á borðið. Tí er tað meira enn løgið, at uppliva tílíka uppgerð til aðru og seinastu viðger.

Tað mest grátiliga var tó, at tá Tjóðveldi á býráðsfundinum í gjárkvøldið kom undir trýst at koma við alternativum, so vórðu eykaíløgur fyri minst 200 miljónir beinanvegin lagdar á borðið, uttan at vísa til, hvørjar av verandi íløgum ikki skulu gerast, og uttan at vísa til, hvussu hesar eyka íløgur skuldu fíggjast. Tað má metast sum óvanlig og óseriøs framferð av eini andstøðu, ikki at atkvøða fyri fíggjarætlanini, men onki alternativ at hava.

Tórshavnar kommuna er væl fyri fíggjarliga. So væl, at vit halda fram at vísa búskaparliga ábyrgd og samstundis raðfesta trivnaðin hjá familjum og einstaka borgaranum í kommununi høgt, og so væl, at vit halda fast um framdu skattalækkingina og lækka skattaprosentið enn meira í 2016.

Tórshavn 28. november 2014

Heðin Mortensen

borgarstjóri