Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir. Higartil í ár hava 127.600 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru 7 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. 

Fyrra hálvár í ár vóru tilsamans 127.600 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 7 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 119.200 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum. 
28.700 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í juni, og tað er 3 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør, tá ið 27.800 ferðafólk flugu við Atlantic Airways. 

Í summar ber til at ferðast beinleiðis úr Føroyum til níggju ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh, Barcelona, Mallorka og Kreta.