Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Airways í vikuskiftinum

Í AA kappingini er KÍF í serflokki og hevur helst í roynd og veru vunnið seg í FM finalurnar. Men dysturin um 2. plássið millum VÍF, Neistan og H71 er harðari enn nakrantíð. Her møtast VÍF og Neistin sunnudagin í einum “4-stig” dysti, sum kann gerast avgerandi. Vinnur Team Klaksvík á KÍF fríggjakvøldið, so eru teir bara tvey stig aftan fyri H71 og so kann spenningurin økjast enn meira. Og vinnur so StÍF móti Kyndli, ja so verður ikki tann stóri munurn millum millum nr. 2 og nr. 6. Men her er alt opið, tí at tað eru tekin um at Kyndli er við at “røra upp á seg” í botninum. Nær dystirnir eru, sær tú í kalendaranum til vinstru, ella enn betri, í úrslitatænastuni.