Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Airways og LÍV byggja nýtt hotell í Havn

Atlantic Airways og eftirlønarfelagið LÍV eru farin í gongd við nýggja hotellverkætlan í høvuðsstaðnum, sum skal vera við til at menna føroysku ferðavinnuna
 
Vantandi gistingarmøguleikar eru í løtuni ein fløskuhálsur fyri menning av bæði føroyskari flogferðslu og ferðavinnu. Tí eru Atlantic Airways og LÍV farin undir eina tilgongd at stovna fastognarfelag, ið skal byggja eitt nýtt hotell við umleið 130 kømrum við Staravegin í Havn. Ognarluturin hjá LÍV samtakinum verður 60 prosent og ognarluturin hjá Atlantic Airways 40 prosent. Hotellið verður eftir ætlan tikið í nýtslu fyrra hálvár 2020.
 
Atlantic Airways fer einsamalt at reka hotellið, ið fær navnið "Hotell Atlantic." Hotellið verður byggilistarliga lagað eftir umhvørvinum, og tað verður bygt sambært øllum nútíðar byggireglum og orkukrøvum. Nýggja hotellið hevur við sær nýggj arbeiðspláss, og talan verður um eitt snøgt og tíðarhóskandi hotell, sum kann uppstigast, so hvørt virksemið á hotellinum mennist. Kostnaðurin er mettur til 120 milliónir krónur. 
 
- Vit brynja okkum til áhaldandi at menna føroysku ferðavinnuna, so hon framhaldandi verður burðardygg og eitt trygt bein hjá føroyska samfelagnum at standa á. Nýggja Airbus A320neo flogfarið, sum kemur í flotan í 2019, og nýggja hotellið í 2020 eru týðandi varðar á leiðini frameftir, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 
 
Føroyska flogfelagið hevur áður gjørt íløgur í føroysku ferðavinnuna fyri at vera við til at menna vinnuna. Eitt nú eigur Atlantic Airways ein part  í gistingarhúsinum Gjáargarði, umframt GreenGate Incoming og NAX, sum m.a. skipa fyri tiltøkum og upplivingum í føroysku náttúruni. 
 
- LÍV samtakið er sostatt ein nýggjur samstarvspartur hjá okkum. Tað hóskar væl, at almenna flogfelagið, sum vit øll eiga, og fólksliga eftirlønarfelagið, sum ein stórur partur av føroyingum eisini eigur ígjøgnum P/F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV, taka saman lógvatak fyri at menna føroysku ferðavinnuna, sigur Jóhanna á Bergi.   
 
Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, fegnast eisini um nýggja samstarvið millum LÍV og føroyska flogfelagið. 
 
- Fyri okkum er talan um eina langskygda, íløgu í fastogn, sum ætlandi gagnar eigarum og kundum okkara. Vit hava møguleika at fáa eitt nøktandi langskygt avkast, samstundis sum vit eru við til at menna føroysku ferðavinnuna. Harvið hevur LÍV, ið hevur sín uppruna hjá fólkinum, átikið sær ein leiklut, sum umframt at skapa arbeiðspláss eisini kann gera mun í samfelagsbúskapinum, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV. 
 
Atlantic Airways leggur stóran dent á at menna føroysku ferðavinnuna bæði innan- og uttanlands. Sheepview 360 og FaroeIslandsTranslate átøkini eru dømi um menningarátøk, sum føroyska flogfelagið hevur tikið lut í. 
 
Útboðið av flogsetrum hevur ongantíð verið størri enn nú, og tað hækkar nakað aftrat, tá ið nýggja Airbus A320neo flogfarið, ið tekur 174 ferðafólk, kemur í flotan. Rutunetið er seinnu árini víðkað til at fevna um beinleiðis fráferðir úr Vágum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria.
 
Vinaliga

Atlantic Airways og LÍV samtakið