Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Petroleum keypir norskt oljufelag og gerst partur av norskari oljuvinnu

Atlantic Petroleum boðaði í gjár frá, at felagið hevur boðið upp á allan partapeningin í norska oljufelagnum Emergy Exploration AS (“Emergy”), ið hevur heimstað í Bergen. Emergy Exploration er eitt óheft olju- og gassfelag við leitivirksemið á norska landgrunninum.

Boðið er 12,7 mió. USD, og av hesum verður helvtin rindað kontant, og restin goldið í seinasta lagið 31. januar 2013, kontant ella við partabrøvum í P/F Atlantic Petroleum. Boðið er góðtikið av partaeigarum sum eiga meira enn 90% av felagnum.

Við keypinum broytir felagið navn til Atlantic Petroleum Norge AS. Stjóri í felagnum er Jonny Hesthammer, og hann heldur fram í starvi sínum.

Keypið er týðandi liður í vakstrarætlanini hjá Atlantic Petroleum, sum er grundað á menning av egnum loyvum og keyp av áhugaverdum loyvum ella smærri fyritøkum. Við hesum felagnum hevur Atlantic Petroleum eitt sera gott grundarlag fyri oljuleiting á norskum øki, ið veruliga kann seta ferð á vøksturin av Atlantic Petroleum. Nevnast kann, at tvey av teimum fimm størstu oljufundunum í heiminum seinastu tvey árini eru í norskum sjógvi.

Emergy var fyri stuttum undangóðkent av norsku myndugleikunum, og Atlantic Petroleum kann tí luttaka í 22. norska loyvisumfari, ið letur aftur 4. desember í ár. Úrslitið verður væntandi fráboðað á sumri 2013.

Nýggja felagið hevur eitt starvsfólkatoymi við nógvum royndum fólkum, og stjórin, Jonny Hesthammer, kann vísa á eina góða avrikaskrá í norskum øki. Hann er ein undangongumaður í at nýta nýggjastu tøkni til at tulka seismik, sum merkir neyvari tulking, og tí minni váða.

Atlantic Petroleum fær við keypinum 15% í loyvi PL270, ið liggur norðaliga í norska partinum av norðsjóðnum. Fyristøðufelag er VNG Norge AS. 3 fund eru í loyvinum, har ímillum Agat gasfundið, ið fyristøðufelagið metir kunnu leggja 9 mmboe afturat goymslunum hjá Atlantic Petroleum (mean contingent resources). Hitt loyvið er PL559, ið Atlantic Petroleum fær 10% í. Hetta loyvið liggur í norska havinum, og fyristøðufelag er Rocksource ASA. Í loyvinum eru fleiri leitimið og møguleiki fyri týðandi goymslum.

Atlantic Petroleum metir norska øki vera sera áhugavert, við týðandi leitimøguleikum, álítandi vinnuviðurskiftum, og eini skattaskipan, ið er lokkandi fyri leitingarvirksemi. Norsku myndugleikarnir endurrinda 78% av øllum leitikostnaði.

ABG Sundal Collier Norge ASA hevur verið fíggjarligur ráðgevi hjá Emergy í sambandi við keypið.

Ben Arabo er stjóri í Atlantic Petroleum:

‘Rakt er við fleiri stór og risastór mið í norskum øki seinastu tíðina sum prógvar týðandi møguleikarnar í økinum. Keypið av Emergy Exploration er fyrsta stig hjá Atlantic Petroleum á leiðini til at fáa gagnnýtt hesar møguleikar. Vit fáa ikki bert atgongd til norskt øki, men vit fáa eisini eitt lið av serkønum og royndum starvsfólki. Vit fara at nýta hetta dygga grundarlagið til víðari vøkstur á norskum øki.’

Jonny Hesthammer er stjóri í norska felagnum:

’Vit eru fegin um handilin, sum mekir at vit kunnu luttaka í fleiri spennandi møguleikum á norskum øki komandi árini. Nýggi eigarin, Atlantic Petroleum, er fíggjarliga væl fyri, og hevur sera dugnalig starvsfólk, ið vit gleða okkum til at verða ein partur av.’

Netframløga

Í sambandi við keypið av Emergy verður beinleiðis netframløga mikudagin 14. november kl. 9:30 føroyska tíð. Øll eru vælkomin at luttaka. Eisini verður møguleiki at ringja inn við spurningum. Nærri kunning um hetta verður at finna á okkara heimasíðu www.petroleum.fo .