Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Av tilju í teldu

Tórbjørn Tacobsen:

Ein maður er lendur á JFK-flogvøllinum. Hann er komin allan vegin úr Miðeystri eftir stati no. 195 í heimssamfelagnum, hann vil eiga eina flaggstong framvið 1st Avenue uttanfyri ST-bygningin. Trygdareftirlitið er topptrimmað. Tú verður kannaður úr høvdi og í reyv. Løgreglan stendur albrynjað á hvørjum geilarhorni við skammbyrsum, lurkum og samskiftistólum, og teir siga fyri mær, at allir bygningarnir, øll háhúsini í grannalagnum, eru sveipað, sum teir rópa tað. Trýstroynd úr enda í annan. Sníkiskjúttar og slysálop hava ógvuliga avmarkaðar møguleikar á hesum hermótinum, og úti í ánni, frammanfyri høvuðsborgini, hesum eyðkenda bygninginum, sum hvørt mansbarn í heiminum ber kenslu á, liggja løgreglubátar vápnaðir við maskinbyrsum og gotrum. Uppi á takinum á ST-bygninginum standa alvápnaðir menn við maskinbyrsum, búnir at skjóta við skørpum, skuldi tað verið neyðugt. Og so koma allir hesir trivaligu svørtu bilarnir við tónaðu rútunum súsandi og strúkandi framvið. Hetta er sama lagið, sum táið vit vóru í Betlehem, á jólum fyri góðum trimum árum síðani. Mahmoud Abbas var komin allan vegin úr Ramallah til jólahátíðina, og í fylginum vóru nóg nógvir bilar til, at ongin við vissu kundi skjóta seg fram til forsetan. Sama lagið er í New York. Tað er sum at vera partur av eini absurdari kykmynd. Lívverjarnir hanga meira heilir enn hálvir út ígjøgnum hurðarnar á bivreiðunum, meðan tað hvínur í dekkunum, táið teir gera eitt lítið sveiggj annaðhvørt hendan ella hinvegin.

Alt byrjar ikki so stundisliga í ST. Helst eru tíðirnar máldar eftir, hvussu rúm tíð fer til vaktarhald og eftiransan í skannarum og talgildum geislingum. Hendan morgunin er heilt galið, proppur er komin í systemið, og tíðin er komin hagartil, at brasilianski forsetin, gamli og vinstrahalli býarpartisanurin Dilma Rousseff, sum tann fyrsta, skal á røðarapallin. Mótmælisgongurnar um Palestinamálið eru byrjaðar, og tað gongur hart fyri seg. Tibetanararnir royna eisini, ímóti kinverjum, men tað munar lítið, Palestina fyllir tað politiska rúmið í New York í hesum døgum. Og áhugin hjá fjølmiðlunum gongur eisini tann vegin. Klokkan er farin nakað av 9, táið vit í øllum tronganum umsíðir sleppa yvirum 1st Avenue. Menn sveitta og tiva, tað eru fyri tað mesta bara menn, og tá vit sleppa okkum framvið vardum grindum, inn í salin, eftir eitt rimmarkjekk í skannarum og við leitilurkum, er suðurkoreanarin Ban Ki-moon komin hálvan vegin við at seta aðalfundin. So heppin var eg, at Føroya løgting hevði varpað meg yvir hagar á heysti 2011, fyri at vera partur av aðalfundi Sameindu Tjóða. 70 ár eftir at føroyingar á fyrsta sinni høvdu verið hinumegin stórhavið í sama býi undir egnum Merki við skonnartini “Sonnu”.

Tað er ein føgur sjón at skoða øll hesi fløggini í húna, sum blaktra í lotinum ment av rákinum úti í East River. Her eru tjóðir umboðaðar, fólk, sum ikki hava valt at deponera sín suverenitet aðrar staðir enn hjá sær sjálvum. Fløggini eru ymisk, í grundini so fjølbrigdað, at einhvør samfingin tjóðskapur í hvørjum einstøkum føri má hava verið orsøkin til at júst hetta gjørdist sniðið hjá hesum ella hasum landinum. Beri eyguni á flaggið hjá Mozambique. Dúkurin er grønur, svartur og gulur við smalari hvítari rond ímillum. Tað sum líkist burturúr øllum hinum er kortini tríhyrningurin inni við stongina. Gul stjørna á reyðum botni og krosskastaði standa ein líggi og ein Kalashnikov maskinbyrsa og daga upp í himmalin. Her er ongin romantikkur, bara hart arbeiði, valdsstríð og dráp. Í 470 ár eitt portugisiskt hjáland, sum bardi seg úr ræðuligu imperialistisku leinkjunum í 1975, og eftir tað kom vanliga stríðið um innanhýsis valdið, og friður fekst ikki í lag fyrrenn í 1992, - fyri góðum 20 árum síðani. Á hinum bógnum hanga krossmerkini hjá Norðurlondum. Ábendingin um kristna siðaarvin, ið liggur sum moralskur botnur og etisk kjølfesta í gerandisdegnum hjá fólkinum um okkara leiðir, og fronsku byltingarlitirnir í fleiri teirra geva kanska eina ábending um, at vit onkursvegna hava tikið sloganið hjá stóru fronsku kollveltingini til okkara: “Frælsi, javnaður og brøðralag.” Merkið, føroyska flaggið, hongur kortini ikki um hesar leiðir, á Manhattan, so langt er politiska menningarstigið ikki rokkið, hóast tað veittrar á føroyskari jørð og á teimum sjey heimshøvunum by-passað umvegis eina 65 ára gamla danska heimastýrislóg.

Og í dag standa vit onkursvegna við vøgguna, í bygdini sum væl meiri enn aðrar eigur aktiur í Merki okkara. Fámjin, - og dokumentatiónin hongur á bróstinum í afturskipi kirkjunnar. Soleiðis gjørdist júst hendan bygdin pulsæðrin í tjóðskaparligu blóðskipan okkara. Upprunadúkurin, sum bygdarmaðurin Jens Olivur Lisberg átti sín góða lut í at sniðgeva, táið hann søkti sær nám á flatlondum, har løgd eru tún á gøtum sløttum. Studentarnir vóru ídnir í Keypmannahavn í teimum døgum, og Jens Olivur og Janus Øssurson vitjaðu og samskiftu nógv við sínar íslendsku lagsbrøður, sum helst hava verið í einum góðum stima, tí um hetta mundið fáa íslendingar sjálvræði, hóast Republikk teirra ikki verður skipað og viðurkend fyrrenn í 1944. 1. desember 1918 halda íslendsku studentarnir veitslu fyri sjálvstýrinum, statinum, og teir báðir Jens Olivur og Janus taka lut í hátíðarhaldinum og gerast uppaftur meira hugtiknir av fosturlandsalskinum og sjálvbjargnisandanum hjá brøðrum okkara í útnorði.

Nú kom veruliga glið á hjá føroyingunum, og í herberginum hjá Jens Olivuri og Paula Dahl, í Store Kongensgade, samráddu teir seg fram til núverandi sniðið, og eftir at fámjiningurin og Janus høvdu verið inni á Nordisk Fane- og Flagfabrik eftir tí stóra flagginum, originalinum, veittraði tað seinri hendan dagin á fyrsta sinni undir heiðum himni, út av vindeyganum hjá Emili Joensen á studentagarðinum í høvuðsborg dana. Hetta var eitt tjóðskaparligt bragd, sum kanska var størri enn teir tá hugsaðu um, og hóast tað skuldu ganga tvey áratíggju áðrenn endaliga viðurkenningin kom í ringastu ófriðartíð, so raktu teir so snórabeint, í solar plexus, soleiðis at ongin okkara ídag – nú tað skjótt fer at tátta í tey hundrað árini síðani teir bóru Merkið fram á torg – ivast um, at Merkið er savningarsúmbolið hjá øllum føroyingum, líkamikið hvør obervansurin er á teimum ymsu mótunum; í politikki, átrúnaði, húðarliti, sexuellari rás o.s.fr. Kendi læknin og vágbingurin Pauli Dahl gav í útvarpssamrøðu bygdarmanni tykkara meginheiðurin fyri at alt hetta gjørdist veruleiki tá, argumentatiónin um, at skuldu føroyingar einaferð komið hartil, at teir fóru at draga eina línu og at rógva á sama báti, so mátti báturin hava eitt merki, helt til endans. Meiri ivasemi stendur um tærið í fyrru faktorunum hjá Jens Olivuri, og tað kann hann ikki á nakran hátt ábyrgjast fyri, táið hann varð vegin longu í 1920 - bert 23 ára gamal.

Tað kennist mær sum ein heilt serligur heiður at standa í Fámjin í dag og heiðra Merkinum. Fjølskylda er ongin í bygdini og hareftir hava ørindini verið, men táið kirkjan vóð um 125 ára hvarvið, var eg føroyskur kirkjumálaráðharri og so heppin at vera boðin suður higar at vitja. Tá sá eg flaggið hjá Lisberg og vinmonnum hansara á fyrsta sinni, og eg fari enn einaferð at takka tykkum fyri, at varðveitslan gjørdist møgulig. Hetta er ómissandi nationali dýrgripurin, sum bygdin má standa heiðursvakt um í dag og í ókomnum døgum. Tá upplivdi man eisini hesa heilt sjaldsamu og næstan unikku natúruperluna, sum áður bara hevði verið mær tøk á myndum. Sum kendi presturin úr Skálavík tók til: “Vestasta bygd í Føroyum og hin einasta á allari vestursíðu Suðuroyarinnar, reit út í móti hinum stóra Atlantshavi, haðan aldan kemur langan veg vestan eftir og er stór og hevur mikla kraft. Vera má, at menn fyrst numu land á eystursíðu oyarinnar, har aldan er minni, og seinni sóu, at víkin har fyri vestan var sum skapað til at búgva við. Dalurin sýndist yndiligur, serliga í vesturskininum, tá ið sólarroðin fór har um berg og hamrar og um bárurnar, sum brutu har um sker og boðar og flúrar. Teir sóu, at har var grunt langt út, og at hin stóra Atlantsalda var ikki svá háskalig, har sum hon breyt svá langt úti, og føgur var hon á at líta, har hon fór í mongum smábylgjum inn móti rivinum, inn í pollin og síðan móti strondini har. – Hesa somu sjón havdi skáldið Janus Djurhuus sæð, sum yrkti kvæði yvir hinum deyða Jens Olivur Lisberg: - hvíl her í heimlands mold í mildum sólseturs skini - -. Vera má, at bygd hevur verið í Vesturvík longu í fornøldini.”

Á torgum og strætum eru røður fluttar fram alt síðani hin 25. apríl 1940, gamli útvarpsstjórin, Niels Juel Arge, skrivaði bók um Merkið og í kvøld fer hin dugandi menta- og útvarpsmaðurin, Súni Merkisstein, at myndgeva føroyingum søguna um tjóðarmerkið okkara alra. Harvið eru áneyðirnar ikki at taka fram meiri av søguni ídag. Heldur leggja vit framvið samfelagnum og stinga gradistokkin niður í aktuella substansin, hugsaninar eru mangar og ymiskar, og tað ger heldur onki, soleingi alt rekur hin rætta vegin ella ætlast at reka á frægastu mið fyri øll.

Nógv broytist á mansins ævi og mangt er broytt bara í okkara tíð, helst meira enn í æviskeiðnum hjá nøkrum ættarliði undan okkum. Á øllum mótum. Nógva trýstið og tilboðini uttaneftir hava líkasum drigið megina úr Jansaguttunum í Fámjin og Hargarbrøðrum í Sumba. Teirra fenomenala magn, sum einaferð segðist kunna verja Suðuroynna hvussu víkti og vendi, hevur ikki hildið fyri rákinum inn ímóti miðju landsins. Megin úr metropolunum vinnur, almennu- og tænastustørvini fjølgast og spjallandi hugnin á café´um, í dansistovum, í alskins krambúðum, á leikvøllum og í lýsingarstovum vinnur. Primeru vinnurnar í búnaði og fiski- og útróðrarvinnu og bygdarlívið í síni heild, tykjast ikki vera nøktandi fyri hin meira avanseraða og komplexa og upplivingarhungrandi føroyingin. Føroyar hava fingið búk, ja, eina trivaliga vomb í miðstaðnum, ímeðan hini fyrr so treystu armar og bein, í útjaðaranum, klænka og fúna við tíðini.

Hendan gongdin er ikki nýggj. Viderø sigur soleiðis frá einum fámjiningi, helst skrivað táið hann hevði pastoralan residens í Leirum: “Men nú vilja allir burtur frá Vesturvík, drepa kýrnar og hønur og hanar og keypa sær bivreiðir. Men annað var at hoyra kýrnar belja og hanarnar gala enn hoyra bivreiðirnar ýla. Eg bað Ebbu hjá Hans Paula selja bivreiðina og seta kúgv við aftur, men hon bara hló at mær og bað meg ikki ganga og tvassa, at nú var tíðin runnin frá øskudólgum og sópingarkonum, nú sje annað gaman á vási, at nú vilja genturnar ikki anga av neytamykju, heldur av ilmvatni í keypmannsbúðini hjá Niels Juul Mortensen. –“

Hetta er ikki bara ein føroyskur trupulleiki. Íslendski trubadoururin Bubbi Morthens hevur eina óvanliga góða lýsing av hesum fyribrigdinum í einum sangi á seinastu fløguni, hann gav út. Hann situr uppi á Norðurlandinum og hugleiðir um skilið, táið bygdirnar tømast. Tá skip og kvotur fara ígjøgnum bankarenslið og ímillum kimiligu fingrarnar á teimum altíð so snøggu og poleraðu og sukursøtu bankatrællunum í høvuðsstaðnum, gólvið á flakavirkinum todnar og ungdómurin fer aftaná og droymir um gullið í høvuðsborgini, sum ikki er til. Og nú síggjast bara gammarnir flúgva yvir teimum gomlu, sum hava slitið seg upp fyri tað, sum var vorðið teirra vælferðarsamfelag, men sum kollapsaði í durkdrivnari spekulatión og í kapitalistiskum brestingum. Næstseinasta ørindi í sanginum lýsir hesa støðuna ómetaliga væl:

Bankakerfið fyrir sunnan féll með látum

En fimmtá árum fyrr hjá okkur útaf bátum

Sem voru keyptir og kvótinn seldur suður

Þar sem bankamenn átu gullhúðaðar kruður

Unga fólkið fór suður til að dreyma

Um gullið sem enginn átti heima

Og gammar yfir gömlu fólki sveima

Þorpið er að þurrkast út

Sama er skilið her á landi. Av politiskum orsøkum miðsavnast kapitalurin á alt færri hondum, og veruliga valdið í landinum fylgir eftir í hansara kjalarslóð. Fólkið flytur av bygdum í býir og haðani av landinum. Grundarlagið undir føroyska vælferðarsamfelagnum dragnar, uppdriftin minkar, og ongin ger nakað við støðuna. Og tó, politiska valdið roynir okkurt, men tað líkist meira akrobatikki í eini vacuumbløðru enn veruligum ætlanum um at gera nakað sum helst við trupulleikan. Vegurin av tiljuni í telduna hongur meiri at kalla í leysum lofti.

Skáp og skuffur í miðfyristingini í Tinganesi standa til at spreingjast av álitum um, hvussu vit gera Føroyar til eitt heldur meira lekkurt stað hjá fólki og kapitali at húsast í, men ongin bítur á, agnið tykist vera trátt ella er tað ikki fyri flundru, og so eru bara eini ráðini at taka sær til, at gera somu royndina umaftur, at seta eina nýggja nevnd niður, stúgvstappað við metrosexuellum substansi og observansi, fyri at finna somu ráðini av nýggjum, sum ongi úrslit góvu í øllum teimum fyrru umførunum. Frøðingarnir skulu jú eisini liva og yvirliva, og alskyns óneyðugur fundarpeningur finst altíð úti undir væðingini, hóast spinkað og spart verður har sum áneyðirnar eru størstar, - eitt nú í heilsuverkinum.

Veruligir vinnumenn, fiskimenn, útróðrarmenn, bóndur, arbeiðsmenn, arbeiðskvinnur og onnur, sum taka tað tunga takið í gerandisdegnum, og halda primervinnuni og harvið útflutninginum gangandi, sleppa ikki nær í námind av slíkum eksotiskum nevndum. Treytin tykist vera, at tú skalt hava verið sosialiseraður á Oyrasundsghetto´ini í minimum 8 ár. Treytaleyst mega vit skrúva tær nýggju Føroyar soleiðis saman, at tær onkursvegna gerast eitt appendix til hetta kollegium, sum nú kálvføðir føroyinginum mentalt, kensluliga, sosialt og peningaliga. Í Sovjet royndu teir at skapa eitt nýtt menniskja. Homo Sovjeticus. Royndin miseydnaðist. Sama verður skilið við serføroysku royndini Homo Oyrasund. Meginniðurstøðan tykist hvørja ferð verða, at café-kultururin í Tórshavn má mennast og rúmkast í vavi. Tað ræður um at kenna munin á Caffe Latte, Cappuccino og Latte Macchiato, eisini eftir at ein hassjkøka er farin niður ígjøgnum vælindini til ábits. Vit skulu tvingast til at vera glaðari, onkur dani hevur verið í Føroyum og lært føroyingar at flenna, og hóast maður og kvinna fóru av húsum, og viðkomandi fór av landinum aftur við dastinum av eini hálvari millión í reyvalummanum, so var skilið tað sama. Útrásin bara vaks. Nú sigst, at ein durkdrivin sexologur er ávegis av flatlondum út í Norðurhøv, og kann hesin hjálpa okkum við burðaravlopinum, so er tað hóast alt ein troyst í allari neyðini. Kanska er hetta graduerað nakað væl upp, men latenti trupulleikin er, at politikararnir onki annað gera enn at keypa sær eitt alibi fyri og annað eftir við øllum hesum nevndarcirkussinum. Ella sum teir søgdu í gamla Roma: Panem et circenses. Breyð og sjónleikur skal til fyri støðugt at skáka fólkið.

Nú eri eg ikki ókendur í politisku skipanini, og Suðuroyggin hevur í hesum sama viðfangi verið uppi og vent øll tey 13 árini eg brúkti á bonaðu fjalunum. Oyggin bløddi út, varð sagt, og fólkatalið minkaði áhaldandi. Tá eru bara einu ráðini til at taka: Set niður eina ella fleiri løntar nevndir, við alskyns serfrøðingum, sum í minsta lagi hava búð á Oyrasundskollegium. Uppskot og raðfestingarætlanir komu bóltandi úr hesum klóku skallum, men oyggin helt bara fram við at bløða. Ein regionalgrunnur við hálvthundrað milliónum krónum mátti til, og tað mest ítøkiliga sum hetta kundi brúkast til var eitt campingøki til ferðafólk, og ivaleyst skuldi restin brúkast til fundarsamsýningar.

So við eitt kemur broyting í. Hesaferð úr einum heilt øðrum og ikki serliga akademiskum heraðshorni. Nakrir gøtumenn, úr gamla nóta- og trolarakulturinum í bygdini, síggja brádliga potentialið í Suðuroynni og í framúr góðu produktiónskreftunum á Tvøroyri, og samrakstrarmátturin harímillum koppar øllum á høvdi eftir einari nátt. Suðuroyggin gerst ein miðdepil aftur, tað skroyvar væl upp í kommunukassunum, optimisman blómar, skipini ferðast inn- og úteftir firðunum og fjølgandi lív og gróður er nú kring hetta fræið, sum vinnumenn norðan- og sunnanfjørðs gróðursettu. Hetta er á mangan hátt ein fantastisk søga, hóast onkrir óneyðugir fótonglar hava stungið seg upp ávegis, sum tíbetur vórðu loystir á skynsamasta hátt.

Var eg politiskt korrektur, so hevði eg í dag sagt, at betri var, um hetta átakið var framt í míni egnu oyggj, - Eysturoynni. Nú havi eg fyri vana at vera politiskt ókorrektur, arvaður eginleiki ella ikki, og tað ætli eg mær eisini at vera í dag. Tí tað hevur frá fyrsta degi glett meg almikið, at hendan verksmiðjan hjá Varðanum Pelagic varð plantað niður júst á Tvøroyri. Hóast Føroyar eru bulmiklar í vavi, í havvídd í fermetrum og við tilfeingi, so eru vit somikið smáir í landafrøði og fólkatali, at vit á ongan hátt hava ráð til at missa Suðuroynna burturúr samfingna nationala renslinum. Tað hevði verið ein vanlukka, um oyggin bløddi út, ikki minst mentanarliga, hugburðsliga, í málsliga diversitetinum, og táið tað snýr seg um fjølbrigdi í dialektunum. Føroyar høvdu verið so ófatiliga nógv fátækari fyriuttan.

Læran av hesum øllum er, at vit mega byggja Føroyar eftir føroyskum fyritreytum, plasera projektið Føroyar á føroyskar lunnar, og lyfta samfelagið upp við føroyskari uppdrift. At kappast á café-støði við høvuðsborgirnar Keypmannahavn, Buenos Aires, London, París ella New York er ógongd leið. Styrkin liggur fyrst og fremst í okkara egna jørðildi, sum ongin annar eigur. Og júst á hesum mótinum rópa møguleikarnir eftir politiskum ætlanum, vøddum og visiónum, sum ikki um tíð og ævir allar verða konserverað í akademiskum hobbynevndum. Tað ræður fyrst av øllum um at fáa skil á høvuðsvinnuni, sum er slitin niður í nakka, og júst í tí nýbótini, verður reformatiónin nóg mikil, finst møguleikin fyri at fremja eitt modernað føroyskt vælferðarsamfelag, sum stendur uppi á føroyskum botni og við fæi av sama slagi. Vit hava flutt okkum av tilju í teldu, men tað ræður um at halda fótafestinum, táið fóturin flytir seg inn í framtíðina.

Tað er gamalt, at Vesturvíkar langar ætíð aftur higar. Ei undur í, so avbera vakurt sum her er í kringumstøðunum. Men tað er eisini vakurt í øllum Føroyum, og ongin ivi er um, at føroyingar úti í heimi, allir sum ein, leingjast heimaftur, men bótin ið krevst er, at tær politisku Føroyar taka seg saman og fara at tosa um framtíðina heldur enn partapolitiskt at skáka hvønnannan niður í eina svarta vacuumkullu, har útsýnið er verri enn hjá eiturkoppinum í súrhoyggjabrunninum, sum helt seg síggja allan heimin upp ígjøgnum smala brunnagapið. Vit mega fáa fólkið heimaftur til alt landið, - høvuðsborgina og bygdirnar. Men hetta tosast ikki í lag, og tað skal nógv knúgvafeitt til, og ivaleyst hópin av ópopulerum avgerðum, sum kunnu kosta atkvøður, og spurnignurin er bara um hetta slagið finst longur á bonaðu fjalunum í Havn, har alt er farið at líkjast heimaærini á trappuni við høvuðsdyrnar, sum bíðar eftir næsta skálkinum og breyðbitanum, heldur enn at leita sær út á víðar eingir, har gróðurin bíðar eftir biti.

Fløggini eru vundin í húnar hátt kring alt landið í dag. Kortini eigur Merkið hjá Jens Oliver Lisberg onga stong á 1st Avenue á Manhattan at blaktra frá á hesum merkisdegi. Vit eru ósamd um tann spurningin, og tað ger heldur onki, men kortini mega vit savnast um tey felagsvirðini, sum vit øll eiga ein lut í. Málið, mentanin, siðaarvurin og ikki minst Merkið.

Tað var mær hin størsti heiður at vera boðin higar, og størri er heiðurin nú eg á fyrsta og helst seinasta sinni slapp at flyta fram røðu Merkinum til heiðurs í heimbygdini hjá honum, sum undir flagi eigur størsta lutin í flagginum sum vit øll, ongin undantikin, ikki á nakran hátt høvdu vilja verið fyriuttan, sum savningarsúmbol fyri eina serstaka tjóð ímillum aðrar tjóðir.

Takk eiga tit ið lýddu á.