Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ávaring til limirnar í teimum trimum manningarfeløgunum

Við hesum ávara tey trý føroysku manningarfeløgini Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið sínar limir ímóti at mynstra við skipum, ið eru reidd út av Aleksander Nordenskjold Vilhelm, Vági, og Finnbjørn Poulsen, Lopra, ella á nakran hátt taka lut í virksemi, ið hesir standa fyri umborð á skipum. Hetta so leingi sáttmálarnir ikki verða hildnir. 

Nøkur av skipunum (feløgunum), sum hesir báðir reiða út, eru limir í Føroya Reiðarafelag og tískil fevnd av sáttmálanum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag. Men sáttmálin hevur verið og verður enn áhaldandi og systematiskt brotin.

Fyri onnur av skipunum eru gjørdar serstakar avtalur við manningarfeløgini, men eisini hesar hava verið og verða áhaldandi og systematiskt brotnar.

Manningarfeløgini hava til fánýtis roynt alt, ið roynast kann á friðarligan hátt, at fáa reiðaríini við oddamonnunum Aleksander Nordenskjold Vilhelm og Finnbjørn Poulsen at halda seg til sáttmálan og gjørdar avtalur. Royndirnar hava ikki borið ávøkstur yvirhøvur, tvørturímóti stendur støðan við og versnar. Brotini eru nógv og umfata millum annað hýruskuld, vantandi inngjøld av frítíðarløn, limagjøld og samlagstrygging.

Vit eru vitandi um hesi reiðarí, sum teir báðir í løtuni eru ávikavist stjóri og nevndarformaður í: P/f Baglhólmur, p/f Ocean Group Faroes Ltd., sp/f Sancy Trawl, p/f South Pelagic, og skipini, teir í løtuni gera út, eru Asbjørn Senior, Grunnabarð, Tórun K, Pumin K, Lopranshólmur, Beinisvørð.

Henda ávaring er eisini send til samstarvsfeløgini hjá teimum trimum manningarfeløgunum í útlondum.

Tórshavn 9. juli 2015

Føroya Fiskimannafelag              Føroya Skipara- og Navigatørfelag                 Maskinmeistarafelagið