Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avbera væleydnað vitjan og kórstevna í Cork

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur saman við konuni Hjørdis seinastu dagarnar verið gestur í mentanarbýnum Cork í Írlandi, har tey m.a. hava vitjað Chris O’Leary, Lord Mayor of Cork.

Tórshavnar Kamarkór hevur samstundis, m.a. við stuðli frá Tórshavnar kommunu, luttikið í stórari evropiskari sangkapping í Cork. Kórið varð sum eitt av ellivu valt burturúr 24 luttakarum, og endaði sum nummar 8 av teimum 11, nakað, sum leiðarin Bernhardur Wilkinson var væl nøgdur við.

Sunnudagin 1. mai vóru tey bæði til stórfingna gudstænastu í Christ the King Church, har Tórshavnar Kamarkór sang undir gudstænastuni.

Nógv fólk møttu í til gudstænastuna í katólsku kirkjuni, og heilt sermerkt var, at undir altargongdini varð bara sungið á føroyskum, nakað sum heilt sjáldsamt fekk kirkjufólkið at reisa seg og klappa fyri føroyska kórinum.

Bæði borgarstjórapørini vóru og hugdu at sjálvari kappingini í City Hall og vóru til gallatiltakið sunnukvøldið, har kórið eisini kombineraði sangframførðsluna við føroyskan dans.

Býurin Cork

Cork - ella Corcaigh á írskum - er ein avbera vakur býur í landspartinum Munster á útsynningshorninum á Írlandi. Har búgva um 120 túsund fólk í býnum og um 300 túsund í stórkommununi, og býurin er triðstørsti býur í Írlandi.

Cork varð í 2005 valdur sum Evropiskur Mentanarhøvuðsstaður og hevur síðan gjørt nógv burturúr serliga list og sangmentan. Kenda áin River Lee rennir mitt gjøgnum býin, sum hevur eina av heimsins størstu nátúrligu havnum.

Býurin hevur ríka søgu og avbera gott veðurlag. Cork er universitetsbýur og serliga eru tónleika- og listaskúlarnir kendir, t.d. Cork School of Music og Crawford College of Art and Design.

Eitt annað, sum býurin Cork er kendur fyri, er at Apple longu í 1980 bygdi eina sera stóra verksmiðju í býnum. Heimsins gitnasta telda - iMac - varð bygd í Cork. Í dag starvast yvir 3000 fólk á menningar- og tænastumiðstøðini hjá Apple í Cork.

Eitt av starvsfólkunum á menningardeildini hjá Apple er Eirikur Mortensen, sonur Hjørdis og Heðin. Tveir aðrir føroyingar starvast eisini har, brøðurnir Ásmundur og Sverri í Sandágerði. Eirikur, sum hevur finska konu, hevur starvast her í fleiri ár og trívist væl í Cork við familjuni.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hann var imponeraður av, hvussu ómetaliga væl fyriskipað alt var. Borgarstjórin Chris O’Leary var eisini sera blíður. Hann leggur afrat, at ongin veit, um ikki henda sangkappingin um ikki so langa tíð verður hildin í Føroyum……..