Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avdúka ein prest og vinn 100 krónur!

Stórar kirkjur, flottar kirkjur, dýrar kirkjur, flottir og dýrir málningar, prýðislutir úr gulli, prestagarðar og ein góð starvsløn, sum økist tættari tú kemur harranum.

Líka sum hjá rapparum, so er tað bling bling, ið eyðkennir kirkjuna. Har rapparar hava eina stóra villa, hava vit ókeypis prestagarðar og stórar kirkjur. Har rapparar hava gull tenn, har hevur kirkjan gull prýðislutir. Einasti munurin er í grundini, at ríkidømi faktiskt er endamálið hjá nógvum rapparnum, meðan ríkidømi og materiel virðir er nakað, sum Jesus tók greiða frástøðu frá.

Jesus segði sjálvur: “Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!.”

... aha! Jamen hví byggir kirkjan so á ríkidømi og materiel virðir, tá boðskapurin hjá Jesus er tað mótsatta? Kanska bispur ella onkur prestur kann svara tí spurninginum, men meðan vit bíða eftir svari – og fyri at gera tað eitt sindur meir spennandi - so skal gleðiliga geva 100 kr til tann fyrsta persónin, sum kann vísa mær á ein prest í Føroyum, sum fylgir boðunum hjá Jesus, sum standa nevnd omanfyri.

 Húklarí: at látast at hava eina sannføring, eina trúgv ella at umboða virðir, sum mann ikki hevur.

Hergeir Staksberg