Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avlurting ella avlaðing

Lívið er fult av tvístøðum. Aftur og aftur standa við sum menniskju við valinum millum tvinnar kostir, har hvørgin er mjúkur. Sum foreldur ynskja vit ongantíð at koma í ta ræðuligu støðu at skula velja millum okkara egnu børn – at vraka ein og velja hin. Í politikki eiga vit eisini børn, hjartabørn. Hjartabørn kunnu vera mál ella virðir, sum vit fyri ongan prís vilja selja. Sum ikki eru til sølu.

Avlurtingarpakkin er ein av hesum ómøguligu tvístøðunum. Eg vildi givið alt fyri at steðga rúsevnum og teirra ræðuligu avleiðingunum. Tað sker í hjartað at síggja ung menniskju í lívsins vári fúna og følna av rúsevnamisnýtslu. Tit lúshundar, sum útvega hesa pest til okkara ungu, noyða okkum politikkarar at ganga allan vegin fyri at steðga tykkara beistagerðum. Avlurtingarpakkin er ein beinleiðis avleiðing av tykkara døkka virksemi.

Men prísurin fyri avlurtingarpakkan er heldur ikki til sølu. Frælsi er eitt dýrabært hjartabarn, sum ikki kann seljast, tí ongin prísur er nóg høgur. Vit mugu ikki gloyma, at óteljandi menniskjur hava upp gjøgnum søguna goldið við sínum egna lívi fyri frælsi. Teirra offur og prís gera vit til einkis, hvørja ferð vit aftur geva okkum undir ófrælsi.

Vit spyrja mangan, hvat er so gott við at liva og búgva í Føroyum. Nakað av tí besta er, at vit eru eitt lítið samfelag, sum ikki nýtist at innrætta seg á sama hátt sum størri samfeløg. Eitt nú at leggja seg undir skipanir, sum skerja persónliga frælsið. Eg kann í ávísan mun skilja, at avlurting, eftirlit, sneyting, njósning, fyrivarni, vaking og ansing kann vera neyðug í stórum londum og stórum býum. Har kriminalitetur, rúsevnahandil og menniskjahandil er gerandiskostur. Men her í Føroyum?? Kunnu Føroyar líknast við London og Oslo í so máta? Sjálvandi ikki. Men skulu vit tá brynja okkum við somu frælsisskerjandi vápnum, sum avlurtingarpakkin onkursvegna er? Tað er at skjóta spurvar við kanónum. Og hesar kanónir eru enntá so stórar og hóttandi, at sjálvt stóra ES hevur drigið í land aftur og setir spurnartekin. Somuleiðis Noreg. Og nú eisini Dátueftirlitið.

Danska løgreglan í Føroyum eigur at kunna fremja sítt arbeiði betri uttan hesi tungu vápn. Tí danska løgreglan í Føroyum hevur nakrar kolossalar fyrimunir í mun til løgreglu í grannalondum. Her er sjógvur til allar síður. Her eru ongi landamørk at flýggja um. Her eru ongir motorvegir til fjarar strendur. Her eru bara nøkur flogfør, eitt ferðamannaskip og so fiski- og farmaskipini. Tað kann ikki vera so trupult. Latið okkum sveima eitt sindur: fyri 50 milliónir krónur, sum avlurtingarpakkin kostar føroyskum telehaldarum, kunnu vit eitt nú keypa 100 narko-hundar. Teir kunnu sendast út um alt Føroya land til fjals og til fjøru, inn í hvønn kjallara, hvørt neyst og hvørja borg. Tað burdi kunnað ruddað landið fyri rúsevnir.

Stóð valið millum 100 narkohundar ella avlurtingarlógina, hevði eg ikki ivast. Bara tankin um, at allar telefonsamrøður hjá ósekum friðarmenniskjum í okkara lítla landi skulu goymast í mánaðir og ár á ivasomum talgildum goymslum gevur mær ófrættarkenslur. Tá hakkarar megna at bróta inn í tryggastu skipanir hjá Nasa, verður tað eitt spæl at bróta inn í privatlívið hjá føroyingum.

Grundgevingin um, at alt skal vera tryggari, kostar vesturheiminum longu nú milliardir av krónum. Skipahavnir verða hegnaðar inni. Eftirlitsfólkini á flogvøllum og við ymsu marknaliðini standa oman á hvørjum øðrum, so mong eru tey vorðin í tali. Bunkarnir av pappírum at útfylla fyri at fyribyrgja hvítvasking av pengum hópast upp í privatum heimum eins og á almennum skrivstovum. Tann, sum ikki hevur minst 20 loyniorð av øllum handaslagi til heimabanka, gjaldskort, telefon, I-pad, teldu, bil, heimasíður, sjálvavgreiðslur, vinnugluggar osfr. verður ikki tikin í álvara í dagsins samfelagi. Brotsfólkini seta dagsskránna, tí alt snýr seg um at tryggja seg móti teimum. Grundgevingin um meiri tilbúgving og størri fyrivarni er endaleys.

Taka vit framhaldandi undir við hesum grundgevingum, verða tað framhaldandi brotsfólkini, sum halda pískinum. Tey píska okkum til at broyta samfelagið, skerja persónliga frælsið og avmarka rásarúmið. Og soleiðis boyggja vit í veruleikanum knø fyri brotsfólkunum og lata tey avgera, at vit vilja oyðileggja tað virðismikla og góða í frælsu, fríu samfeløgunum her fyri vestan. Í grundini gjalda vit gíslarænarum loysigjald.

Dysturin endar ikki við avlurtingarlógini. Tað eru longu fleiri ár síðani, at fólk ásannaðu, hvussu ótryggir kontantir pengar eru. Teir kunnu bæði rænast og margfaldast. Í Caracas til dømis er triði hvør peningaseðil falskur. Skipanir við gjaldskortum skulu við tíðini avloysa myntir og pengaseðlar. Men tað er longu langt síðani staðfest, hvussu ótryggar gjalds- og bankaskipanir kring heimin eru. Tí verður støðugt arbeitt við at tryggja pengaleysu skipanirnar móti herverkum. Sjálvur persónssamleikin er eisini komin undir trýst. Hevur tú ikki eitt skjal í viðførinum, sum prógvar, at tú ert tú, býðist ikki bøtur. Samleikin er vorðin góð handilsvøra. Nýtt pass við nýggjum samleika kann summastaðni útvegast fyri pengar. Kriminaliteturin er altíð høvdið frammanfyri myndugleikarnar.

Grundgevingarnar um størri tryggleika bæði viðvíkjandi samleika og fíggjarviðurskiftum fara at trýsta politikkarar at gera fleiri eftirlits- og frælsisavmarkandi skipanir í framtíðini. Longu nú eru økir, har kontantir pengar eru søga. Fyrsti pengaleysi internetbankin er settur á stovn. Við teirri ferð, sum KT-menningin hevur, verða vit øll eitt tal í eini alheims-skrá, áðrenn dagur er liðin. Fyri at halda brotsfólkum í skák, kann ongin verða uttanfyri skránna. Best er, um løgreglan ella onkur annar altíð veit, hvar øll eru og hvørji øll eru. Tú og eg. Tá sleppa vit undan brotsfólkum og kriminaliteti, men tá verða vit øll fangar í egnum landi.

Hóast avlurtingarpakkin bert er ein flís í stóra eftirlitsbjálkanum, er hann eitt úrslit av tí hugsunarhátti, sum liggur aftanfyri kontrolsamfelagið. Fullkomið tamarhald og eftirlit kann gerast veruleiki við kunningartøkniligu menningini. Tankin er gamal. Ein kendur maður skrivaði fyri 2000 árum síðani um eina samfelagsskipan, har ongin kann keypa ella selja, uttan hann er partur av skipanini. Vit mugu við sorg ásanna, at hann var profetur og fekk so óendaliga rætt.

Men fyri tað eiga vit at stríðast ímóti, so leingi sum livst.

Bill Justinussen