Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avtakið avtøku av Landsbankanum

45 dagar eru nú eftir til endaligu avtøkuna av Landsbanka Føroya.

Niðurteljingin til 1. apríl og harvið avtøku av hesum grundleggjandi stovni, ið varð stovnaður við lóg fyri 35 árum síðan, er av álvara byrjað.

Men nú fær Løgtingið møguleika at viðgera málið einaferð enn, og at broyta avgerðina um avtøkuna, ið samgongan samtyktið beint fyri jól. Tí Tjóðveldi hevur lagt fýra mál fyri Løgtingið. Lógaruppskot, ið avtaka tær fýra lógarbroytingarnar, ið avtaka Landsbankan 1. apríl 2013.

Fakfeløg, stovnar og arbeiðsgevarafelag ávaraðu

Tað var sanniliga ikki uttan orsøk at allir hoyringspartar, herímillum 24 fakfeløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag, ávaraðu ímóti at samtykja lógaruppskotini um avtøku av Landsbankanum – uttan felagið fyri peningastovnarnar.

Allar grundgevingar um sparingar og gjøgnumskygni vórðu í viðgerðini av málinum hartil afturvístar, tí avtøkan kemur mest sannlíkt at kosta landinum stórar upphæddir og munandi meira enn í dag, og neyðuga gjøgnumskygnið kann skapast uttan avtøkuna. Hartil kemur avtøkan at spjaða alla tað tjóðarbúskaparligu vitanina vit hava í dag, og avtaka einasta óhefta tjóðarbúskaparstovn Føroya.

 Veruliga endamálið við avtøkuni

Endamálið við avtøkuni tyktist tí at vera eitt heilt annað, enn tað, ið varð sagt alment frá fíggjarmálaráðharrans síðu. Nevnliga at sleppa undan einum óheftum búskaparstovni, ið kemur við búskaparmetingum og –ráðgeving, ið til tíðir kann ganga ímóti landsstýrisfólkum. Hartil fæst lættari politisk atgongd til stýring og umsiting av fleiri milliardum krónum hjá Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum og gjaldføri landsins.

Samhaldsfasti og gjaldføri landsins frá Landsbanka til Jørgen

Tí ætlaða avtøkan av Landsbankanum 1. apríl 2013 merkir m.a. at fylgjandi verður flutt frá óheftum stovni, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum stjórna, til stovn beint undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen:

1) Gjaldførisumsiting landsins (um 2 mia. kr. í tøkum gjaldføri),

2) 160 mió. kr. í Tiltaksgrunni Landsbankans,

3) skuldarumsiting landsins, og

4) Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (við ogn á yvir 900 mió. kr.)

Føroyar gerast veikari og ótryggari

Meðan fíggjarkreppan hevur lært øll onnur lond, ið vit samanbera okkum við, at alneyðugt er at styrkja og menna teirra óheftu tjóðarbúskaparligu stovnar, og styrkja teirra ráðgeving og eftirlit við fíggjargeiranum, so hevur samgongan valt at Føroyar skulu vera einasta europeiska landið uttan tjóðbanka ella tjóðbankalíknandi stovn.

Farið er so langt sum at taka stig til, at ongin óheftur tjóðarbúskaparligur stovnur skal vera í Føroyum. Harvið verður ongin stovnur, ið m.a. skal tryggja eitt veruligt og styrkt tjóðarbúskaparligt eftirlit við føroyska fíggjargeiranum, og gerast Føroyar hartil enn fátækari tá umræður búskapargreining og ráðgeving framyvir.

Hetta ger okkara samfelag veikari og ótryggari. Gevur sostatt als onga meining.

Hvørjum skal Landsbankaavtøkan tæna?

Fyri at geva Løgtinginum ein møguleika at avtaka avtøkuna av Landsbankanum, eru tí fýra løgtingsmál um at avtaka avtøkuna av Landsbankanum, og at lata umsitingina av Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum aftur til Landsbankan og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, nú løgd fyri Løgtingið.

Hóast 1. apríl - og harvið endaliga avtøkan av Landsbankanum - nærkast, so er enn møguligt at avtaka avtøkuna.

Ein avtøka, ið ger Føroyar veikari og ótryggari, og sum undir øllum umstøðum verður fyribils, tí Landsbanki Føroya sjálvandi verður endurstovnaður, so skjótt nýggj samgonga verður skipað.

Kristina Háfoss, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi