Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avtala millum Føroyar og Danmark um samskipan av arbeiðsloysistrygging verður undirskrivað hósdagin

Landsstýrismaðurin í vinnu- og arbeiðsmarknaðarmálum og danski arbeiðsmálaráðharrin Henrik Dam Kristensen undirskriva hósdagin í komandi viku avtalu millum Føroyar og Danmark um samskipan av arbeiðsloysistrygging.

Avtalan fær virkna frá 1. januar 2015.

Málið varð tikið upp av landsstýrismanninum og ALS, og eftir samráðingar á embætismannastigi er komið til semju um eina nýggja avtalu, sum fer at avloysa verandi avtalu frá 1993.

Týdningarmiklasta broytingin er, at ein skipan verður sett í verk, sum gevur rætt til at taka arbeiðsloysisstuðul við sær í upp til tríggjar mánaðir, tá ið søkt verður um arbeiði í hinum landinum. Hetta merkir, at tey, sum eru limir í donskum A-kassa, eisini dimmitendar, kunnu koma til Føroya at søkja sær arbeiði, samstundis sum tey fáa arbeiðsloysisstuðul úr A-kassanum, har tey eru limir, við sær. Somuleiðis kunnu tey, sum hava rætt til arbeiðsloysisstuðul frá ALS, fara til Danmarkar at søkja sær arbeiði, og fáa arbeiðsloyssistulin frá ALS við sær.

Landsstýrismaðurin fegnast um, at komið er á mál við hesum samráðingum, tí hetta fer at hava týdning fyri føroyskar útisetar.