Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avtala millum Føroyar og Ísland um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2014

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og íslendski starvsbróðir hansara, Sigurður Ingi Jóhannsson, eru í dag komnir ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2014.

Avtalan viðvíkjandi botnfiski verður á sama støði sum í 2013, men tó við einstøkum broytingum. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans, men toskakvotan hækkar úr 1.200 tonsum upp í 1.375 tons. Samstundis er avtalað, at føroyska brosmuveiðan í íslendskum sjógvi ikki fer upp um 750 tons. Beinleiðis fiskiskapur eftir kalva og svartkalva er framhaldandi ikki loyvdur. Ráðharrarnir vórðu eisini samdir um, at toskakvotan í 2015 fer upp á 1.550 tons, og at brosmuveiðan ikki fer upp um 400 tons.

Føroyar hava seinastu árini fingið tillutað 5% av heildarkvotuni av lodnu, tó avmarkað til í mesta lagi 30.000 tons. Ísland ynskti at samráðast um hesa skipan, tí stórar broytingar hava verið í gongdini hjá lodnustovninum seinastu árini, og tí óvissa er um útlitini tey komandi árini. Tí varð eftir ynski frá Íslandi avtalað, at spurningurin um føroyska fiskiskapin eftir lodnu vertíðina 2014/2015 verður viðgjørdur á fundi aftur innan ársskiftið.

Føroyar endurtóku sína misnøgd um, at Ísland setir treytir fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta sína kvotu – antin til framleiðslu til matna umborð ella til framleiðslu til matna aðrastaðni enn í Íslandi. Eftir føroyskum tykki er hetta eisini í stríð við Hoyvíkssáttmálan og semjur gjørdar í tí sambandi.

Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2014 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt 2.000 tons.

Semja var um at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska ávikavist norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.

Ráðharrarnir umrøddu onnur mál av felags áhuga, m.a. strandarlandasamráðingarnar um makrel, norðhavssild og svartkjaft. Ráðharrarnir kunnaðu hvønn annan um støðuna hjá hvørjum landi hesum málum viðvíkjandi og umrøddu støðuna serliga við atliti at, at tað ikki hevur verið gjørligt at gera strandarlandaavtalur millum øll strandarlondini fyri makrel og norðhavssild.

Harumframt umrøddu ráðharrarnir støðuna viðvíkjandi kongafiski í Irmingarhavinum og støðuna viðvíkjandi svartkalva, sum Ísland og Grønland hava gjørt avtalu teirra millum um.