Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avtalur við Grikkaland, Peru og USA

Lunnar eru lagdir undir samstarv við Grikkaland, USA og Suðuramerika. Áhugin at knýta samstarv við Havnina er stórur. Hetta staðfestir Annika Olsen, borgarstjóri, eftir borgarstjóraráðstevnuna í Ísrael seinastu dagarnar saman við borgarstjórum úr 40 býum kring heimin.

Borgarstjórar úr Evropa, Asia, Suðuramerika, Afrika og Norðuramerika luttóku á ráðstevnuni, hvørs endamál er at knýta bond millum Ísrael og býir kring heimin og millum luttakandi býirnar á ráðstevnuni.

Á ferðini í Ísrael hava borgarstjórarnir vitjað stovnar, fyritøkur og framsýningar, har serligur dentur hevur verið lagdur á ferðavinnu, íverksetan og hátøkni.

Borgarstjórarnir hava í hesum sambandi eisini fingið høvi til at greiða frá viðurskiftunum heima hjá teimum sjálvum, og Annika Olsen nýtti hesi høvi at kunna um Havnina og Føroyar. Stórur áhugi var millum borgarstjórarnar fyri Føroyum, og Annika Olsen fegnast um stóru virðingina og áhugan, ið yvirhøvur varð sýndur Føroyum og høvuðsstaðnum.

Annika Olsen sigur, at ráðstevnan hevur lagt lunnar undir samstarv millum Havnina og fleiri av luttakandi býunum á ráðstevnuni.

Ítøkiliga hava Annika Olsen og borgarstjórarnir í trimum býum í Evropa, USA og Suðuramerika avtalað at arbeiða víðari við einum skipaðum samstarvi millum býirnar.

Talan er um býirnar Rochester Hills í Michigan, USA, suðuramerikanska býarpartin Rimac, ið er partur av høvuðsstaðnum Lima í Peru, umframt grikska havnabýin Pireus.

Hesir tríggir býir eru allir áhugaverdir á hvør sín hátt, men felags fyri teir er eitt nú, at teir hava stór fróðskaparsetur, ið føroysk lesandi kundu fingið ágóðan av við einari samstarvsavtalu um skiftislesandi. Harumframt hevur verið tosað um samstarv á mentanarøkinum og innan eitt nú ferðavinnu og aðra vinnu.

Stórur áhugi var fyri at vitja Føroyar og at fáa strategiskt samstarv við Havnina. Í tí sambandi hevur Annika Olsen boðið borgarstjóranum í Rochester Hills, Bryan K. Barnett, til Føroya at umrøða nærri samstarv millum býirnar, og borgarstjórin í Pireus, Ioannis Moralis, hevur boðið Anniku Olsen á ráðstevnu í Pireus í mai um sokallaðan bláan búskap, ið skal skunda undir burðardygga gagnnýtslu av havinum og virðisøking av sjótilfeinginum. Tað serliga áhugaverda við Pireus, ið er ein stórur havnabýur, er felags áhugamál innan havnavirksemi.

Annika Olsen hevur góðar vónir um, at borgarstjóraráðstevnan hevur lagt lunnar undir samstørv, ið røkka langt, og hon fegnast um at hava knýtt vinarbond millum Havnina og býir kring allan heimin.

Fremsta myndin:
Annika Olsen helt seinasta ráðstevnudagin røðu, har hon takkaði fyri eina góða ráðstevnu og tey góðu sambondini, ið eru knýtt millum Havnina og býir kring heimin.

Mynd 2.
Her er Annika saman við borgarstjóranum i Rimac, Lima i Peru, Enrique Peramás Diaz.

Mynd 3.
Annika og borgarstjórin i Rochester Hills, Michigan, Bryan K. Barnett.

Tekniskt kundi tað ikki lata seg gera, at nýta myndirnar, men tað er heldur onki nýtt fyri kommununa, sum fleiri ferðir fyrr hevur fingið at vita, at teir hava broytt myndatøknina soleiðis, at øll ikki kunnu nýta tær myndir, sum sendar vera uttan at skulla gera tekniskar broytingar, og hartil eru vit so ikki komin.