Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bankabygningurin í Húsagøtu seldur

Finansudvalget í danska fólkatinginum hevur í dag góðkent avtaluna millum Tórshavnar kommunu og Bygningsstyrelsen um sølu av ognini í Húsagøtu 3 umframt grannaognina. Danska Bygningsstyrelsen keypir bygningin vegna løgregluna í ríkinum. 

- Eg fegnist um, at danska fíggjarnevndin nú hevur avgreitt málið um løgreglustøðina í Húsagøtu. Løgreglan er eitt stórt og umráðandi arbeiðspláss í kommununi, og nú tilgongdin at selja bygningin er endað, kann arbeiðið at rigga bygningin til nýggja løgreglustøð byrja, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. 

Tað var á heysti 2014, at løgreglan í Føroyum vendi sær til kommununa, tí løgregluni tørvaði nýggj høli. Løgreglan var áhugað í bygninginum við Húsagøtu, tí bygningurin liggur væl fyri til teirra virksemi.

Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna gjørdu eina treytaða keypsavtalu í januar 2016, sum danska fíggjarnevndin skuldi góðkenna endaliga. 

Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin frá BankNordik 31. mars 2016, og kostnaðurin fyri bygningin var 40 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna hevur selt bygningin umframt grannaognina, sum er 665 m2 til víddar, til Bygningsstyrelsen fyri 41,5 milliónir krónur.

Bygningsstyrelsen yvirtekur bygningin í Húsagøtu umframt grannaognina 1. november 2016.