Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Asbjørn Senior hevur ongan sáttmála og ongar aðrar avtalur við manningarfeløgini, og tí mugu vit nokta okkara limum at taka hýru har umborð, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.


Bann móti at mynstra við Asbjørn Senior

Øll trý manningarfeløgini hava lýst mynstringarbann móti uppsjóvarskipinum Asbjørn Senior, tí skipið ætlar sær í vinnu uttan nakran sáttmála ella aðrar avtalur við manningarfeløgini. Reiðaríið ætlar at gera egnar avtalur við fólkið.

Eftir: Ingolf S. Olsen

Føroya Fiskimannafelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í morgun lýst mynstringarbann við uppsjóvarskipinum Asbjørn Senior.

- Skipið hevur ongan sáttmála og ongar aðrar avtalur við manningarfeløgini, og tí mugu vit nokta okkara limum at taka hýru har umborð, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Tað var Maskinmeistarfelagið, sum í gjár gjørdi vart við seg, tá útvarpið lýsti eftir maskinmeistara og øðrummeistara til Asbjørn Senior. Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, fekk at vita frá reiðarínum, at tað ætlaði at gera sínar egnu avtalur við fólkið, ið skuldi við.

- Eftir okkara bestu sannføring er tað í stríð við altjóða lóggávu, at eitt reiðarí stovnar egin fakfeløg at ganga undir verri sáttmálar og avtalur enn tær, ið annars eru galdandi á økinum. Hetta kanna vit nú, og vit loyva ikki okkara limum at mynstra við skipinum og harvið undirgrava galdandi sáttmálar, og manningarfeløgini standa saman um hetta, sigur Jan Højgaard og leggur afturat:

- Tað undrar meg tó ikki, at eigararnir av Asbjørn Senior hóreiggja sær á henda hátt. Teir hava eisini átt og rikið Grunnabarð, og har vildu teir als ikki kennast við sáttmálan, teir sjálvir høvdu undirskrivað og enntá góðtikið at longt.

Nýskrásettur

Asbjørn Senior var heimahoyrandi í Danmark undir navninum Asbjørn. Seinastu tíðina hevur skipið ligið á Kollafirði og í dag er tað so formliga skrásett í føroyska fiskiflotanum undir navninum Asbjørn Senior.

 Tað er p/f Ocean Group Faroes í Hósvík, ið hevur keypt skipið fyri 67 milliónir krónur. Hetta felagið var eitt dótturfelag hjá Thor í Hósvík, til tað 13. juni í ár. Tá varð nevnd og leiðsla skift út, so stjóri nú er Alex Vilhelm, og nevndarformaður er Finnbjørn Poulsen. Báðir eru úr Vági og eru eisini høvuðsmenn í feløgunum South Pelagic, Baglhólmi og Sancy Trawl.

South Pelagic átti og rak ídnaðarskipið Grunnabarð til fyri kortum. Hetta skipið, sum sambært Teyggjuni – skrásetingaryvirlitinum á heimasíðuni hjá Fiskimálráðnum – ikki hevur nakað fiskiloyvi, hevur Thor nú keypt.

Baglhólmur eigur trolaraparið Pumin K og Tórun K, sum báðir, umframt fiskiloyvi til trolfiskiskap eftir botnfiski, eisini hava fingið makrelkvotu av felagskvotu við hámarki. Hamárkið hjá hvørjum skipi er 2250 tons.

Sancy Trawl eigur trolaran Beinisvørð, ið hevur fiskiloyvi at fiska botnfisk undir Føroyum, men sambært teyggjuni onki makrelloyvi hevur.

Nú reka teir so eisini Asbjørn Senior. Skipið hevur sum er onki fiskiloyvi yvirhøvur, men sum skilst er ætlanin hjá reiðarínum at brúka tað sum flutningsskip.