Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bara ein sterkur høvuðsstaður kann bjarga Føroyum

Fyri meg er kommunuvalið eitt landsval á tann hátt, at talan er um eitt avgerandi val fyri allar Føroyar. Tí ein sterkur høvuðsstaður er avgerandi fyri, at Føroyar aftur koma á rættkjøl – at fráflytingin stegðar og føroyingar velja at koma heimaftur og verða kjølfestir í egnum landi.

Vit hava tørv á einum sterkum høvuðsstaði. Einum høvuðssstaði, sum dregur sum ein magnetur, sum fær fólk at støðast og trívast, fær føroyingar, sum eru farnir av landinum, at koma heimaftur og vera við til at byggja hetta land, so tað eisini verður eitt gott og trygt stað hjá komandi ættarliðum.

Fyri meg er kommunuvalið eitt landsval á tann hátt, at talan er um eitt avgerandi val fyri alt landið. Tí ein sterkur høvuðsstaður er avgerandi fyri, at Føroyar aftur koma á rættkjøl – at fráflytingin stegðar og føroyingar velja at koma heimaftur og verða kjølfestir í egnum landi.

Valið snýr seg júst um, hvussu vit menna og byggja Havnina út til at vera tann magnetin, sum fær føroyingar aftur at trívast í egnum landi og eisini velja útlandið frá. Hetta er serliga avgerandi tá vit vita, at seksti prosent ella fleiri av útisetunum, bert vilja flyta heimaftur, um tey sleppa at royna seg í høvuðsstaðnum.

Hetta er høvuðsstaðurin hjá øllum føroyingum, og mín vón er, at okkara politikarar, bæði á lokalum støði og á landsstøði veruliga síggja, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Føroyar, at vit hava ein sterkan og tryggan høvuðsstað.

Í fólkamongd eru Føroyar lítið meira enn ein landsbygd í grannlondum okkara. Millum annað tí ber ikki til at spjaða alla orkuna, soleiðis at so mangt er hálvgjørt og onki er fullgjørt. Vit byggja ikki land, um vit ikki menna okkara høvuðsstað. Tí bara við einum vælvirkandi høvuðsstaði steðga vit fólkaminkingini.

Vit hava gjørt øgiligar íløgur í okkara undirstøðukervi. Hetta hevur skapt møguleikar hjá øllum føroyingum skjótt, lætt og bíliga at koma til høvuðsstaðin við øllum sínum tænastum. Tí er umráðandi, at vit fáa vald fólk í býráðið, sum hava evni og vilja til at menna høvuðsstaðin og hegni til at stegða teimum politiskum flokkum og kreftum í landinum, ið helst síggja Havnina sum ein minni og veikari høvuðsstað.

Hetta er eitt val um at brúka okkara avmarkaða tilfeingi so skilagott, at Føroyar sum tjóð kunnu mennast. Í míni verð er onki meira týðindi til hetta valið, enn at fáa føroyingar at viðurkenna, at bara ein sterkur høvuðsstaður kann forða fyri, at okkara land spakuliga verður avtoftað. Allar kanningar og øll fakta staðfesta hetta.

Útjaðara og búpláss kring landið skulu ikki niðurleggjast. Hava vit ikki júst bygt út undirstøðukervið fyri at gagna teimum? Men vit mugu øll taka í egnan barm sum føroyingar og sanna, at tað ongantíð áður hevur verið so týdningarmikið sum nú, at skapa fortreytir fyri einum sterkum og kraftarmiklum høvuðsstaði – ið aftur skal gera Føroyar til eitt livandi og trygt stað fyri komandi ættarlið.

Allar tær stóru íløgurnar fyri at byggja brýr millum høvuðsstaðin og restina av landinum hava skapt møguleika fyri at sleppa undan dupultfunktiónum. Tó síggja vit, at somu landspolitikkarar, sum hava verið við til at brúka milliardir av krónum seinastu 25 árini til at binda landið saman við vegum, havnum, ferjum og tunlum, eisini vilja fordeila avmarkaðu skattakrónurnar til íløgur í útbúgvarstovnar, sjúkrahús og heilsuverk yvir alt landið – bróðurliga.

Hesi eru tey somu sum siga, at Havnin má ikki blíva ov stór, hon má ikki sleppa at køva bygdirnar og smábýirnar kring oyggjarnar.

Hesin afturvendandi veruleiki vísir, hvussu torført tað er at menna hetta land og stegða fráflytingini. Tað var tí gleðiligt at hoyra framstandandi embætisfólk og politikarar í útvarpinum í vikuni úttala, at leggja vit ikki øll somul alla orku í at menna høvuðsstaðin, so er hesum landi ikki lív lagað.

Við okkara avmarkaðu skattakrónum noyðast vit at raðfesta. Skulu íløgurnar fordeilast bróðurliga í besta bygdamenningaranda, so merkir tað, at ov lítið verður til at skapa ein sterkan og góðan høvuðsstað, sum er tann einasti, sum kann fáa fólk við hægri útbúgvingum at støðast og festa búgv.

Eg skal at enda endurgeva úr tí, sum nýggja Norðuratlantiska Tankasmiðjan sigur um NORA-økið, londini í Norðuratlantshavi, men sum eins væl kundi verið sagt um Føroyar:

“Dragandi landaøki tørva sterkar býir. Vit mugu leggja dent á at menna nakrar úrvaldar býir. Politikarar á smáplássunum mugu vera nóg djarvir til at siga, at sterkir býir eisini eru til teirra fyrimun. NORA-økið verður einans dragandi, um vit megna at skapa dragandi býir, og tað er til fyrimuns hjá landaøkjunum, um tey stuðla eini tílíkari hugsjón. Serligu eyðkennini í NORA-økinum, m.a. lítið fólkagrundarlag, stórar fjarstøður og fráflyting, hava við sær, at avbjóðingarnar hjá vælferðarstatinum serstakliga eru galdandi her.”

Norðuratlantiska Tankasmiðjan kemur til ta niðurstøðu, at einans sterkir býir kunnu tryggja almennu tænastuveitingarnar, sum eru neyðugar fyri vøkstur og vælferð í økinum. Hon slær seymin á høvdið. Hetta kann neyvan sigast greiðari. Og brúka vit hesa niðurstøðu fyri Føroyar, so eru vit so fáment, at her er bara talan um at menna ein bý - høvuðsstaðin.

Skal Føroyum og harvið búplássunum kring landið verða lív lagað, er tað ein fortreyt, at Havnin – høvuðsstaðurin – verður raðfestur ovast.

Heðin Mortensen

borgarstjóri