Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bárður spyr um avtøku av føroysku fólkatingssessunum

Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. mars at seta Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um uppskotið frá løgtingsformanninum um avtøku av føroysku fólkatingssessunum

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi: 

1. Loyvir løgmaður samgongulimum at atkvøða fyri uppskotinum um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar?

2. Fer løgmaður at fylgja samtyktini um avtøku av føroysku fólkatingssessunum, um uppskotið verður samtykt?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, at løgtingsformaðurin hevur av sínum eintingum lagt uppskot fram um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar, tí sambært honum sjálvum, hava teir lítið annað at taka sær til, enn at selja seg sjálvan og sítt undirhald og eru órógvandi fyri politiska arbeiði í Føroyum, tí teir reika inn og út úr føroyskum politikki.

Vit eru í Ríkisfelagsskapi og á Fólkatingi verður lóggivið fyri Føroyar. Har verður lóggivið um viðurskifti, ið kunnu hava stóran týdning fyri Føroyar og føroyingar. Har verður lóggivið um viðurskifti fyri føroyingar, sum búgva  í Danmark, og fyri føroyingar sum koma í samband við danskar myndugleikar.

At enda sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at løgmaður hevur í fleiri umførum gjørt vart við, at um samgongulimir atkvøða fyri andstøðuuppskotum ella einkultmans uppskotum, ið samgongan ikki er samd um, verður viðkomandi koyrdur úr samgonguni ella úr flokkinum, og um landsstýrisfólk í egnum flokki ikki gera eftir boðum, verða tey frákoyrd.

Nú hevur Løgtingsformaðurin, sum er úr Tjóðveldi, ímóti øllum hesum sjálvskrivaðu reglum og fyriskipanum, sum øll okkara skipan byggir á, lagt uppskot fyri Føroya Løgting, um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar.

Sambandsflokkurin