Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnaansingin ikki skerd

Á fíggjarætlanini 2012, sum Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið, er játtanin til barnaansingina ikki skerd.

Játtaðar eru útivið 140 mió kr, og í teimum eru eisini tær 700 krónurnar pr. barn, sum uppskot upprunaliga var um at spara, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.

Fíggjarætlanin varð samtykt við teimum átta atkvøðunum hjá býráðssamgonguni, meðan minnilutin ikki greiddi atkvøðu.

Barnaansingingin er kostnaðarmesta einstaka málsøki á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommuni. Hon fevnir um slakar 140 mió kr av teimum góðu 500 mió krónunum, sum fara til rakstur av kommununi.

Barnaansingin umfatar á leið 40 stovnar sum vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar og stovnar til annað ungdómsvirksemi.

Skattaprosentið í Havn er ásett til tað sama sum seinastu árini, 20,75. Barnafrádrátturin er eisini tann sami, 5.500 krónur fyri barnið.

Í árinum miðar Tórshavnar kommuna eftir at fremja íløgur fyri slakar 140 mió krónur. Størsta einstaka íløgan er slakar 40 mió krónur, sum er seinasta rata í Boðanesheimið, sum verður liðugt í 2012.

Aðrar størri íløgur eru í dagføring av skúlum 13 mió, brúgv um Sandá 10 mió, musikkskúli 8 mió, svimjihøll 5 mió, oyggjaleikir/golfvøllur 5 mió, ymisk fríðkan 5 mió, fyrireiking av framtíðarætlan fyri Skálatrøð 4 mió, Tórsvøllur 4 mió, Høllin á Hálsi 2,5 mió og Ítróttarhøllin í Kollafirði 2,3 mió.

1 mió er játtað til súkklubreytir, 1 mió til teknikkhús á Tórsbreyt, 0,5 mió til ferðslutrygdarátak við skúlan í Kollafirði og haraftrat eru ymsar aðrar smærri íløgur.** Tórshavnar havn væntar at gera íløgur fyri einar 20 mió kr.