Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnamentan í Norðurlandahúsinum: I Vesterled

Sunnudagin 28. februar kl. 15.00 er barnamentan á skránni í Norðurlandahúsinum 

Inger Smærup Sørensen: 

Ein fastgrógvin vitavørður. Tveir vilstir útróðrarmenn. Eitt livandi loyndarmál á havsins botn. Framførslan byggir á søgnina um Sednu, havsins gudindu. Áskoðararnir fara – í tveimum bólkum – á rannsóknarferð á, yvir og undir vatnskorpuni. Í Vesterled er ein interaktiv søga á markinum millum tríggjar listagreinar. 

Listafólkini eru: Anne Kathrine Fallmyr (NO), Annika Ostwald, dansari (NO), Torgrim Mellem Stene, frásøgufólk (NO), Ida Uvaas, sjónleikari (NO). Upprunatónleikur eftir Jens L. Thomsen (FO) er partur av framførsluni. 

Fyri børn 7-14 ár