Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnaverndin í Havn skræddi barnið frá mammuni

EIN PÁPI VIÐ ÁLVARSOMUM BOÐSKAPI: Hetta kom fram mikukvøldið, tá almenn hoyring var í Posthúskjallaranum í Havn, um mannarættindir. Biologiska familjan er nærum ikki sloppin í samband við barnið, sum endaði hjá fosturfamilju á Strondum, greiddi pápin frá, sum var biðin um at lýsa støðuna hjá ólukkuligu dóttrini.

Grein úr pdf-útgávuni hjá Oyggjatíðindum, fríggjadagin 29. mai 2015:

Hetta var ein av fleiri lagnum, sum lýstar vóru á almennum hoyringsfundinum, sum ætlandi skal enda við frágreining, sum skal sendast til ST um mannarættindastandin í Føroyum, sum sambært fundinum vísti seg at vera sera ússaligur.

Pápin greiddi frá á fundinum, at dótturin, sum tá búði í Danmark, setti seg í samband við hann, tí hon var blivin við barn. Trupulleiki hennara var, at sosialu myndugleikarnir í Danmark vildu hava hana at sleppa sær av við barnið, men tað vildi hon ikki.

Mammuna tordi hon ikki at seta seg í samband við, men pápin ráddi henni til at koma til Føroyar. Her var barnaverndin í Havn beinanvegin eftir henni. Endin var, at unga mamman flýddi til Klaksvíkar, har hon føddi eitt valskapt barn.

Men barnaverndin í Havn møtti upp á føðideildini í Klaksvík, og tók barnið nærum úr móðurlívinum, og lat tað til eina familju á Strondum. Abbin greiddi frá á fundinum um mannarættindir, at biologiska mamman, og familja hennara, nærum onki samband hevði við barnið, sum abbin hevði eina mynd av, so allir luttakararnir kundu síggja, men tey flestu føldu eisni pínuna av kenslubornu frágreiðingina.

Pápin var týðuliga rørdur og sperdur. Greiddi frá, at viðferðin av dóttrini hevði ført til, at unga mamman var endað á psykiatrisku deild, og hevði tikið nógv uppá í vekt. Hann nevndi at hon hevði vigað 80 kilo, sum var økt so nógv, at hann ikki fekk seg til at siga hvussu tung hon var blivin.

Tað var heilt týðuligt, at fundarfólkini vóru skelkaði av hesi frágreiðingini, og onkur gjørdi eisini viðmerkingar til hetta grova mannarættindarbrot, sum bæði danskir og føroyskir myndugleikar ikki høvdu hildið seg aftur í at fremja.

Men nakað, sum ikki fekk stóra rúmd var ógvusligi og nógvu tilburðirnir av børnum, sjálvt um Føroyar hava staðið á donskum miðlabreddum, sum Pædofilernes Paradis, og tað er vælkent, at børn, sum eru misbrúkt av múgvandi monnum, ikki fáa uppreisn í Føroyum, tí hvørki løgregla ella dómsvald, ella Ríkisumboðið, sýnast áhuga at reisa hesi mál í Føroyum.

Tá myndugleikarnir taka eitt mál upp, so er tað tí, at tann, sum hevur gjørt seg inn á børnini ikki er ein persónur, sum hevur makt og pengar, sum er avgerandi fyri um nakað ella onki verður gjørt við slík mál í Føroyum.

Her verða framt fleiri grov mannarættindabrot, og tí eiga at koma í frágreiðingina til ST. Tað var Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni sum skipaði fyri hoyringini í Posthúskjallaranum í Havn, mikukvøldið.