Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barsilsfarloyvið leingjast við seks vikum

Tann 1. januar 2016 verður barsilsfarloyvið longt vid seks vikum - úr 38 vikum upp í 44 vikur.

Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur í dag latið Løgtinginum uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.

Síðani Barsilsskipanin varð sett á stovn í 2001, hevur verið strembað ímóti, at rætturin til barsilsfarloyvi við barsilspeningi skuldi leingjast til 52 vikur. Lógaruppskotið er partur av hesum arbeiði, tí við hesum verður barsilsfarloyvið við barsilspeningi fyri biologisk foreldur longt við seks vikum - úr 38 vikum upp í 44 vikur.

Fyri ættleiðingarforeldur verður barsilsfarloyvið við barsilspeningi longt úr 46 vikum upp í 52 vikur. Sostatt er komið á mál, tá ið umræður ættleiðingarforeldur.  

Afturat hesum verður barsilsskipanin broytt soleiðis, at tær tvær vikurnar, sum pápin eftir galdandi lóg kann lata mammuni, verða markaðar pápanum. Hetta merkir, at pápin ikki longur kann lata mammuni part av sínum markaða barsilsfarloyvi. Fyri mammuna hevur tað tó ikki týdning, tí tíðarskeiðið, ið foreldrini kunnu býta sínámillum verður longt við seks vikum – úr 20 vikum upp í 26 vikur.

Kostnaðurin av broytingini verður fyri Barsilsskipanina mettur at verða 13,7 mió. kr. í øktum barsilsútgjaldi.  

Broytingarnar verða fíggjaðar við at hækka gjaldið, sum bæði løntakarar og arbeiðsgevarar rinda til barsilsskipanina. Gjaldið verður hækkað við 0,09 prosentstigum úr 0,62% til 0,71%.