Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bátafelagið opnar Undirhús

Seinasta leygardag bjóðaði Bátafelagið til móttøku í nýggja Undirhúsinum á Toftagjógv.

Í 2011 gjørdi Bátafelagið á Toftum avtalu við Hanus Lómstein um leigu av hølunum, har Posta helt til, í kjallarahæddini hjá Pidda á Toftum, til felagshøli hjá Bátafelagnum.

Hettar eru góð og stór hølir, so mikið rúmlig, at Bátafelagið hevur avgjørt at víðka um sítt virksemi við at lata upp eitt "Undirhús", har okkara eldru borgarar kunnu koma saman til hugnaliga samveru.

Seinastu dagarnar hava fólk frá Bátafelagnum, saman við øðrum, umbygt og hugna um hølini, soleiðis at tey í dag fult út kunnu nýtast til hetta endamál.

Í hesum sambandi bjóðaði Bátafelagið til móttøku seinasta leygardag. Nógv fólk nýttu høvið at vitja inn á gólvi at skoða snotiligu hølini.

Nes kommuna ynskir Bátafelagnum bestu eydnu við hesum frálíka átakið.

Kelda: www.nes.fo