Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bátafestivalurin á Toftum 05. mai 2012

Bátafestivalurin verður á Toftum fyri 8. ferð tann 5. mai 2012

Leygardagin 5. mai verður Bátafestivalurin fyri 8 ferð.

Síðani 2005 hevur fyrsta vikuskiftið í mai verið startskotið, fyri okkara bátafólk - til hugnaliga samveru à Toftum.

Dýribiðidagur er fríggjadagin 4. mai. Bátar og húsvognar kunnu tí koma til bíggjar longu hósdagin 3. mai.

Á Toftum er góð havn og gott at liggja, og ein nýtist ikki at bíleggja pláss - allir bátar eru vælkomnir.

Kampingvognar kunna venda sær til tlf 565010, at fáa ávíst pláss.

Tá bátarnir koma leygardagin, spælir harmonikulið - og á matstovuni er suppa til øll okkara bátafólk.

Sami leistur verður nýttur, eins og undanfarin ár, har børn og vaksin kunna nýta dagin, góðu búffarnar av grillini, kaffi og matsølu, hoppiborgir, tónleikin, sang, dramabólk, anlitsmáling, tombola, uppboðssøla o.m.a.

Kl. 23.00 fer countrykongurin, Hallur Joensen, saman við sínari manning, at spæla til dans.

Dagurin har børn og vaksin møtast á Toftum til árliga Bátafestivalin.