Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BEINAGRINDIN TIKIN UPP Á LAND

- virðing um líkið

Okkum er sent:

Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@olivant.fo

Tá klokkan var farin gott og væl av fýra seinnapartin í gjár, kom gummibáturin TÓR hjá Tórshavnar Sløkkiliði inn um grótkastið við bátahylin í Ljósáum. Umborð var tann nógv umtalaða beinagrindin, sum frítíðarfroskmaðurin, Niklas Restorff Jacobsen, kom framá seinasta sunnudag.

Kl.16.25 kom børan við beinagrindini upp á land. Hóast eingin veit hvør persónurin er, so høvdu bjargingarfólkini gjørt sær ómak at pakkað líkið inn við teirri virðing, sum altið krevst tá talan er um ein deyðan persón – og løtan í gjár var einki undantak!

Líkvognurin hjá Tórshavnar sløkkiliði fór beinleiðis á Landssjúkrahúsið við líkinum.

Sandportalurin fekk orðið á Jón Klein Olsen, løgreglumann og kanningarleiðara, í bátahylinum við Ljósáir, eftir at beinagrindin var komin í land. Jón Klein Olsen segði mánadagin við fjøldmiðlarnar, at hann vónaði at fáa beinagrindina upp i heilum líki. Sandportalurin spurdi hann í gjár hvussu tað hevur gingið við hesum: “Beinagrindin lá ikki samanhangandi, men meiri spjadd enn vit fyrst hugsaðu, og tað lukkaðist tí ikki at fáa alt upp í heilum líki, men í smálutum..............av tí sama kemur “puslispæli” at taka longri tíð at byggja..................øll eru spent upp á hvussu long tíð gongur inntil man fær nærri at vita............tað verður nokk ein long tilgongd, tí fyrst skula vit til at skilja alt sundur, og síðani kemur serkøn hjálp at seta alt saman aftur, sum m.a. skula kanna hvat kann brúkast til DNA-royndir.......hetta verður ikki bara sum at siga tað,” segði kanningarleiðarin.

Serkøn hjálp kemur úr Danmark í dag, og tað er møguligt, at onkur lutur má til Danmarkar at verða kannaður víðari.

Kanningarleiðarin sigur, at tað verður farið aftur á felti í dag, at fínkempa økið, sum er avmerkt við pelum. Tað er sera torført at gera hetta arbeiði, tí talan er um 20 metra dýpi, har tað er bleyt móra, ógvuliga gruggut og vánaligt sýni. Men fyri at tryggja sær at einki skal liggja eftir, sum hevur týdning fyri kanningina, so verður nakað av bleytu móruni tikið upp í morgin. Undir kanningini hevur tað eisini verið alneyðugt at ansa væl eftir, at man ikki kom at tileinkisgera týdningarmikla farleið (spor). “Alt er komið upp, sum eyga kann síggja,” sigur Jón Klein Olsen.

SAKNAÐIR PERSÓNAR

Verður tað farið nøkur ár aftur í tíðina, so eru tað 12 persónar, sum eru saknaðir við økið kring Føroyar, sigur kanningarleiðarin. Streymviðurskiftini eru soleiðis í Føroyum, at eitt lík kann reka við streyminum alla staðir. Í hesum sambandi vónar løgreglan, at serkøna vitanin úr Danmark kann staðfesta hvussu leingi beinagrindin hevur ligið í sjónum. Styttri tíð líkið hevur ligið í sjónum, lættari verður uppkláringin.

Tað eru óivað fleiri í dag, sum ganga við sínum egnu hugsanum og vónum við atliti til tað drama, sum er fari fram seinastu dagarnar. Vit vóna og ynskja øll, at tey røttu avvarðandi skjótt vilja fáa ein virðiligan avslutning, av einum sorgarmáli, sum má hava fylt nógv í gerandisdegnum hjá viðkomandi familju.