Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Beinleiðis netframløga

Í sambandi við at Atlantic Petroleum almannakunnger ársúrslitið fyri 2011 verður beinleiðis netframløga í morgin, fríggjadagin 24. februar kl. 12.00 føroyska tíð. Høvið verður eisini at ringja inn og seta spurningar beinleiðis.

Um tú ynskir at hyggja eftir beinleiðis framløguni, far inn á okkara heimasíðu www.petroleum.fo stutt áðrenn byrjan og vel ‘Live webcast’ ið liggur á forsíðuni.

Ynskir tú bert at lurta eftir framløguni ígjøgnum telefon, ella vilt tú hava møguleika fyri at seta spurningar skalt tú ringja tlf 0045 701 404 53 áðrenn framløgan byrjar.

Framløgan verður seinni løgd á okkara heimasíðu undir Investor Relations/Presentations & Webcasts/. Her ber eisini til at síggja eldri framløgur hjá felagnum.

Neyðugt er at hava Adobe Flash Player á telduni. Forritið kann takast niður her: http://get.adobe.com/flashplayer/