Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett Beintu Persdóttir Joensen í starvið sum leiðari á Rásini. 

Beinta Persdóttir Joensen er 41 ára gomul og hevur lokið prógv sum námsfrøðingur í 2002, umframt at hon m.a. hevur tikið eina útbúgving í Diakonhøjskolen í Århus  í 2007. 

Beinta Persdóttir Joensen hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á økinum. M.a. var hon við frá byrjanini, tá ið sambýlið á Runarvegi í Runavík var stovnað. Har arbeiddi hon sum varaleiðari í 8 ár. Síðstu árini hevur Beinta starvast á Rásini sum varaleiðari og sum virkandi leiðari síðsta hálva árið.

Beinta tekur við starvinum sum leiðari á Rásini 1. august 2016.