Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bergur Poulsen: Marknaðaratgongd eigur at raðfestast

Tað hevur alstóran týdning fyri føroyska fiski- og alivinnu, at Føroyar hava góða marknaðaratgongd kring allan heim. Hetta gerst serliga sjónligt í hesum døgum, tá ið ávís fiskasløg eru útihýst frá europeiska marknaðinum, segði Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, á Faroexpo ráðstevnuni í Runavík síðsta fríggjadag.

Í seinastu viku skipaði Eysturoyar Vinnulívsfelag saman við Runavíkar kommunu fyri Faroexpo. Fríggjadagin var ráðstevna í Løkshøll, har evnið var “føroyska fiskivinnan uttanfyri ES”. Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, legði fram og luttók eisini í pallborðinum.

Bergur Poulsen vísti m.a. á, at Ísland fyri stuttum fekk ein fríhandilssáttmála við Kina, og at Noreg arbeiðir við at gera ein fríhandilssáttmála við Kina. Eisini er tollurin á kilenskum laksi, sum verður innfluttur til Kina, lækkaður munandi seinastu tíðina. Hetta kann merkja, at Føroyar gerast eftirbátur, og at føroyskar fiskavørur tapa kappingina við tey londini, ið hava góðar handilssáttmálar við Kina. Tað er serliga føroyskur laksur, ið hevur verið útfluttur til Kina seinastu árini, men eisini onnur fiskasløg fara tann vegin.

Eisini varð víst á, at EFTA-londini hava eina avtalu við Turkaland, meðan føroyskar vørur hava lutfalsliga høgan toll. Tí eru føroyskar fiskavørur minni áhugaverdar har. Eisini eru dømi um aðrar marknaðir, sum eru stongdir fyri føroyskar fiskavørur orsakað av vantandi heilsufrøðiligum avtalum.

Hann legði afturat, at hóast pelagiska vinnan í Føroyum er hart rakt av handilstiltøkum frá ES, so skal stríðið við ES og Noreg helst enda við, at Føroyar fáa størri kvotur í eini komandi avtalu millum strandalondini, og tí er stríðið óivað vert at taka.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag legði at enda dent á, at føroyskir myndugleikar altíð eiga at raðfesta arbeiðið við at skaffa føroyskum vinnulívi góða og trygga marknaðaratgongd kring allan heim.