Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í fjør var saltfiskur á skránni á stóru matveitsluni á Gøtusandi (Mynd: Kristfríð Tyril / MOMO)

Besti festivalmaturin higartil á G!

Á G! leggja vit stóran dent á at menna matútboðið og alsamt bjóða betri dygd til okkara gestir. Síðani 2008 hava vit havt eitt tætt og gott samstarv við Hvonn og Gist og Vist samtakið, sum hevur snúð seg um at gera matútboðið betri fyri hvørt ár.

Í ár taka vit enn eitt stig upp.

Búðirnar frá Hvonn bjóða alt frá sushi til grillað lambskjøt, spagetti bolognese til pitabreyð, tvíflísir, høsnasúpan og nachos.

Áarstova umborða á M/S Thorshavn

Seinastu árini hava vit eisini arbeitt við at bøta um møguleikarnar hjá fólki at kunna seta seg niður og njóta matin í eitt sindur meira “matstovukendum” umstøðum. Eitt stórt stig var at fáa Áarstovu inn á økið.

Fyrst í einum eldri húsum og síðani í fjør umborð á M/S Thorshavn.

Áarstova er aftur umborð á M/S Thorshavn útfyri sandin í ár fríggjadag og leygardag. Tú verður rógvin út á skipið, har tú fært vælkomudrykk, og síðani verður serverað fiskasúpan, Áarstovubógvurin og rabarbutrifli.

Plássini eru avmarkað, og tí er skilagott at bílleggja borð á:

http://events.gistogvist.fo/Event/EventView.aspx?DocumentID=5305

Matstova í Valhøll

Eitt nýtt tilboð at njóta ein góðan bita undir taki er í ár inni í Valhøll, sum undanfarin ár hevur verið nýtt til starvsfólkahølir. Valhøll er umskipað til eina Hvonn matstovu, við hummarasúpan, dampaðum toski við rækjumousse, spareribs og rib-eye, umframt spagetti bolognese til børnini, og súreplaterta og sjokolátakøka omaná.

Matstovan í Valhøll er ein sonevnd “gakk inn” matstova, har tað ikki ber til at bíleggja borð framanundan, men tú gongur bara inn.

Matveitsla: Ein makrel í part

Eitt annað tiltak, sum verður endurtikið í ár, er stóra ókeypis matveitslan leygardagin seinnapart. Seinastu tvey árini hava yvir 2.000 fólk leita sær oman á sandin at fáa ein góðan bita tilvirkaðan úr føroyskari rávøru. Í fjør fingu tey saltfisk frá okkara sterkasta saltfiskabrandi PRG og fyrraárið var tað laksur frá Hidden Fj