Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betri arbeiðsloysisstuðul til sjófólk

Arbeiðarafeløgini í Samtak stuðla Jan Højgaard og Føroya Fiskimannafelag í kravi teirra um at fáa betri viðurskifti fyri sjófólk í ALS. Fiskivinnan er serstøk vinna, sum krevur serstakar skipanir, men hetta tekur Arbeiðsloysisskipanin ikki í nóg stóran mun hædd fyri.

Fyri nøkrum árum síðani vóru ábøtur gjørdar í Arbeiðsloysisskipanini, m.a. soleiðis at gjørligt skuldi vera hjá sjófólki at fáa úr skipanini, um skipið var til umvælingar, men skipanin er ov avmarkandi, og ger hetta, at alt ov fá lúka krøvini til at fáa nakað úr ALS.

Fyri nógv sjófólk, er støðan ótolandi, sum tey koma í, tá skipini, tey eru við, av ymiskum orsøkum ikki eru til fiskiskap í longri tíðarskeið.

Jan Højgaard vísir á, at fiskimenn kæra í heilum sína neyð til Føroya Fiskimannafelag, tí teir eru fangaðir og læstir fastir í eini arbeiðsstøðu uttan inntøku: Skip teirra liggur, men teir eru ikki uppsagdir, og teir kunnu ikki fáa eitt oyra frá ALS.

- Fiskimenn rinda annars fult ALS-gjald eins og øll tey, ið hava sítt starv á landi. Munurin er bara tann, at meðan eitt fólk á landi uttan nakað hóvasták fær arbeiðsloysisstuðul frá ALS, tá viðkomandi stendur uttan arbeiði, so er tað nærum ógjørligt hjá einum fiskimanni at fáa eitt oyra úr aftur ALS-kassanum, sigur Jan Højgaard.

Fiskivinnan er serstøk og skipini verða ofta løgd bráðfeingis, tí okkurt brek er, fiskidagarnir eru uppi o.s.fr. Tað er ikki óvanligt, at eitt skip verður lagt í longri tíðarskeið fleiri ferðir um árið.

Fyri at fáa úr ALS mugu tey sigast úr starvi, men tað er sera ótrygt fyri sjófólkið, um tey tá skulu sigast upp hvørja ferð, bara fyri at kunna kalla seg arbeiðsleysar fyri harvið at fáa rætt til stuðul frá ALS.

Tí tá tey eru uppsagdir og hava fingið sína uppsagnarløn, hava tey onki krav um at sleppa við aftur. Tá er reiðarin í prinsippinum leysur av teimum.

Arbeiðarafeløgini í Samtak stuðla Fiskimannafelagnum í krøvum sínum og vísa á, at fiskivinnan á landi, hevur sína egnu ALS-skipan, og sjálvandi ber tað til at gera líknandi skipanir fyri sjófólk. Tann skipanin sum er nú fyri sjófólk, tá skip skulu umvælast, riggar ikki nóg væl. Hon má sum minsta mark betrast munandi og víðkast nakað.