Betri avtalur um pelagisku stovnarnar
Føroya Fróðskaparfelag skipar fyri almennum fundi mikudagin 12. juni. Her fer Hans Ellefsen, doktari í búskapi, at halda fyrilestur, ið fer at viðgera ferðandi fiskastovnar, serliga teir pelagisku í Norðuratlantshavi. Komið verður inn á møgulig býti í ósemjunum um pelagisku stovarnar.
Hans Ellefsen hevur skrivað phd. ritgerð um ferðandi fiskastovnar út frá einum spælteoretiskum sjónarmiðið. Greinir við úrslitum frá ritgerðini hava verið útgivnar í altjóða tíðarritum.
Fyrilesturin verður hildin í Østrøm á Skálatrøð í Havn mikudagin 12. juni kl 19.30.
Fundarstjóri verður Kjartan Hoydal.