Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betri dekningur í telesamskiftinum

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurning frá Eivin H. Jacobsen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 95/2014, viðvíkjandi Føroya Tele

Í svarinum stendur m.a. at ásannast má, at nøkur støð eru á landsvegunum, har dekningurin enn ikki er nøktandi. Føroya Tele arbeiðir í løtuni við eini umfatandi útbygging av fartelefonnetinum, sum kemur at tryggja góðsku og dekning á hædd við tey bestu í heiminum. Væntast kann tí, at trupulleikin við vantandi dekningi summastaðni, verður loystur komandi árið.

Føroya Tele hevur dekningskort yvir allar Føroyar. Arbeitt verður við at gera kortið lættari at skilja fyri brúkaran. Ætlanin er at leggja dekningskortið út á heimasíðuna í næstum.

Føroya Tele hevði eitt stórt avlop í 2013, har landskassin fekk 30 mió.kr. í vinningsbýti, og árið 2014 var nærum líka gott. Átti hetta ikki, at komið brúkarunum til góðar við betri hoyrilíkindum? Føroya Tele hevur við lóg skyldu at tryggja eitt gott og nútíðarhóskandi fjarskiftisnet kring alt landið, umframt við umheimin umvegis m.a. sjókaðal. 

Eitt av aðalmálunum hjá Føroya Tele er at skapa eitt fartelefonnet við eini góðsku og dekningi, sum kann metast millum tey bestu í heiminum. Netið verður í nærmastu framtíð útbygt til 4G-fjarskiftisnet, sum verður ein munandi bati, í mun til verandi tænastu og kemur internetferðin somuleiðs at hækka, soleiðis at brúkarin eisini innan breiðband fer at fáa eina betri tænastu enn í dag. 

Góðu úrslitini hjá Føroya Tele koma føroyska brúkaranum til góðar á tann hátt, at Føroya Tele hevur møguleika og kapital til áhaldandi at útbyggja og nútímansgera netið, eisini við góðum hoyrilíkindum, ið sum nevnt væntandi verða upp aftur betri í næstum. Góðu úrslitini hava við sær, at Føroya Tele sjálvt kann fíggja stóran part av íløgunum og hevur hetta harafturat m.a. við sær ein lægri rentukostnað. 

Góðu fortreytirnar hjá Føroya Tele eiga at hava við sær, at føroyski brúkarin kann fáa eina so høga góðsku á fjarskiftisnetinum sum møguligt, so bíliga sum til ber. Hetta eigur til eina og hvørja tíð at vera málið.

Eivin H. Jacobsen, løgtingsmaður, fegnast um svarið frá landsstýrismanninum og vónar, at hesar íløgur og menning, sum landsstýrismaðurin vísir á, hava við sær, at dekningur og hoyrilíkindi gerast betri, til gagns fyri kundarnir.

Les svarið frá landsstýrismanninum her:
http://www.logting.fo/files/casewrittenquestion/519/095.14%20Svar%20fra%20J.Dahl%20til%20E.Jacobsen-Foroya-Tele.pdf

Sambandsflokkurin