Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betri marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning

Fríhandilsavtala við Turkaland – ein byrjan 
Ein fríhandilsavtala millum Føroyar og Turkaland varð undirskrivað týsdagin 16. desember 2014, av løgmanni og turkiska búskaparmálaráðharranum. 

Avtalan tekur burtur tollmúrin, ið hevur verið millum 25% og 40%, og hevur við sær, at vit nú kunnu selja laks og uppsjóvarfisk á jøvnum føti við Norra, Ísland og Skotland.

Hetta er eitt stórt framstig fyri føroyskt kappingarførið og útflutning, og gevur atgongd til ein stóran og vaksandi marknað, sum Turkaland er. Eg fegnist um, at tað við hesari avtalu verða opnaðar hurðar fyri føroyskum útflutningi og skaptir verða møguleikar fyri okkara vinnulívsfólk, sum við vissu koma at gagnnýta slíkar avtalur til frama fyri tað føroyska samfelagið - á henda hátt byggja vit land.

Aðrar fríhandilsavtalur
Verandi handilssáttmálar við Ísland og ES eru ikki nøktandi fyri Føroyar.

Hoyvíkssáttmálin er í praksis til størri fyrimuns fyri íslendskar vørur enn føroyskar, og ES avtalan er ikki nøktandi til nútíðina, og krevur neyðugar dagføringar fyri, at vit kunnu selja nógv fleiri virkaðar vørur uttan toll á ES-marknaðinum. 

Russland hava vit eitt gott handilssamband við og Russland er ein stórur og lønandi marknaður fyri okkara útflutning, men her eiga vit at fáa írestandi tingini uppá pláss, soleiðis at undirskrivast kann ein fríhandilsavtala millum londini.

Kina er vorðin ein stórur marknaður fyri laks, har Føroyar eru størsti leverandørur í heiminum av laksi til kinesiska marknaðin. Tá Vinnunevndin var á ferð í Kina í januar í ár, handaði sendimaður okkara í Keypmannahavn vegna løgmann, eina umsókn um fríhandilsavtalu til kinesisku myndugleikarnar.

Vónandi tekur tað ikki 15 ár, áðrenn vit hava eina fríhandilsavtalu við Kina, tí ein slík avtala kemur bæði at tryggja okkum javna kapping við onnur lond og tað hevur stóran týdning fyri okkara framtíðar útflutning, serliga søluna av laksi.

Men vit selja okkara dygdargóðu fiskavørur runt um í øllum heiminum, og tí hevur Uttanríkisdeildin eitt vakið eygað við øllum marknaðunum, tað veri seg á amerikanska, afrikanska, og asiatiska marknaðinum og strembar eftir, at ongar tollforðingar eru fyri okkara útflutningi, og har slíkar eru, at fáa tær burtur, eitt nú við fríhandilsavtalum. 

Málið má verða at fáa fríhandilsavtalur og lættari marknaðaratgongd við sokallaðu BRIKS-londini.

Hetta krevur gott politiskt og fakligt handalag, og samráðingartoymi við løgmanni á odda, hevur víst at tey megna hesa uppgávu.

Mál og strategi fyri samráðingar
Politiskt eru samráðingar vegurin til góð viðurskiftir millum lond og gagnligar sínaámillum handilsavtalur.

Tí eigur landsstýrið og løgmaður at seta sær nøkur ítøkilig mál um fríhandilsavtalur og leggja eina samráðingarstrategi, sum førir á mál innan nøkur fá ár.

Fortreytin fyri úrslitagóðum samráðingum er m.a.: Fyrireikingar og fakligir førleikar, herundir organisering, greið og realistisk mál, sínámillum upplýsingar og innlit, álit og ein arbeiðs- og tíðarætlan.

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Løgtingsins Vinnunevnd