Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betri tiltøk á Fólkafundinum 2013

Fyrireikararnir, Jón Brian Hvidtfeldt, Ólavur í Geil Guttesen og Jóhannes Miðskarð, hava lagt ætlanir um, at góðskan á tiltøkum í ár skal verða hægri enn seinasta ár.

Á Fólkafundinum 2012 vóru yvir 90 ymisk tiltøk teir hálvan annað dagarnar tiltakið vardi. Gongdin á systirtiltøkunum “Almedalsveckan” á Gottlandi og “folkemødet” á Bornholm hevur verið, at talið av tiltøkum er vaksið ár um ár. Á “folkemødet” á Bornholm vóru í 2012 748 almenn lýst tiltøk í 5 heilar dagar, meðan í ár vóru 1324 almenn lýst tiltøk. Aftaná “folkemødet” á Bornholm í ár søgdu fyrireikararnir, at nú var tíðin komin at betra um dygdina á tiltøkum í staðin fyri bert at økja talið.

Eins og Bornholmsku fyrireikararnir ynskja at økja um dygdina á tiltøkunum ístaðin fyri bert at økja um talið, so hava føroysku fyrireikararnir sett sær fyri, at tað skulu verða í mesta lagi hildin 74 tiltøk á Fólkafundinum 2013 við dygdini í hásætið. Talið av tiltøkum samsvarar við, at tað vera 7 fyrilestraøkir í báðum sambygdu ítróttarhallunum í Klaksvík; á hvørjum fyrilestraøki er rúm fyri 5-6 tiltøkum hvønn dagin. Afturat teimum 7 fyrilestraøkjunum er eitt óavmarkað tal av framsýningarøkjum í hallunum.

Eitt av teimum sjey fyrilestraøkjunum er eitt stórt økið har tað verða hildnir stórir pallborðsfundir. Høvuðsfyriskipararnir skipa fyri tveimum stórum pallborðfundum á hesum økinum, meðan feløg og flokkar kunnu melda seg til at skipa fyri 6 øðrum stórum pallborðsfundum á hesum sama øki. Feløg og flokkar kunnu somuleiðis melda seg til at skipa fyri smærri pallborðsfundum, hólmgongum, skemti, fyrilestrum og annað á hinum 6 fyrilestraøkjunum.

Hugsjónin aftanfyri tiltøkini á Fólkafundinum 2013 er at fáa samskiftið í lag millum myndugleikar, feløg, persónar og onnur fyri at styrkja demokratiið. Fyri nærri kunning um fólkafundin, sum verður í Klaksvík 20. og 21. September, ber til at fylgja fyrireikingunum til Fólkafundinum 2013 á http://www.facebook.com/folkafundurin