Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betri útsýni fyri ferðandi í Eysturoynni

FERÐSLUTRYGD: Ein stórur steinur, sum hevur skert útsýnið hjá ferðandi eftir Oyndarfjarðarvegnum, er nú tikin burtur. Eitt líknandi inntriv er eisini gjørt á Skálafjørðinum.

Sum liður í ferðslutrygdartiltøkum á føroyska vegakervinum, hevur Landverk tikið burtur ein stóran stein við Oyndarfjarðarvegin, ið hevur skert útsýnið hjá teimum, sum nýta hesa farleið.

Somuleiðis er ein stórur steinur við Tjørnunes norðan fyri bygdina Undir Gøtueiði á Skálafjørðinum, sum eisini var til bága fyri útsýnið hjá bilførarum, tikin burtur.

- Hetta eru minni inntriv, ið ikki kosta tað heilt stóra, men sum hava lutfalsliga stóra ávirkan á ferðslutrygdina, sigur Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri Infrakervi á Landsverki.

Landsverk hevur eina serstaka játtan á fíggjarlógini til trygdartiltøk á landsvegakervinum.

Heini Eysturoy upplýsir, at fólk á stovninum í løtuni eru í gongd við at gjøgnumganga alt landsvegakervið, har mett verður um, hvørjar ábøtur kunnu gerast í eini áhaldandi stremban eftir at betra trygdina hjá teimum ferðandi.