Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betur at byggja enn leiga

Vit hoyra í miðlunum, at almennu stovnarnir eru sera illa fyri, millum annað sambýlini, har fólk við menningartarni búgva.  

Ein stór óneyðug útreiðsla fyri føroyska samfelagið eru tey ovurhonds stóru – og dýru – leigumálini, sum tað almenna hevur.  

Vit uppliva ár eftir ár, hvussu tað almenna spýtir pening í leigumál, sum als ikki hóska til endamálið.

Hetta er eisini eitt, sum stavsfólk, ið dagliga starvast í til dømis sambýlum, har fólk við menningartarni búgva, hava gjørt vart við. 

Meginparturin av teimum starvsfólkum, sum starvast innan hetta økið, eru limir í Føroya Pedagogfelag, og hetta eru ikki umstøður, sum okkara limir kunnu starvast undir.

Føroya Pedagogfelag hevur ta áskoðan, at best er at byggja til endamálið heldur enn at leiga bygningar og høli, sum upprunaliga eru ætlað til annað endamál. Almennu myndugleikarnir hava vanliga leigað ella keypt gomul sethús til sambýli. Hesi hús skulu síðani umvælast og innrættast, so tey sum frægast kunnu brúkast til endamálið. 

Óneyðugar útreiðslur hava staðist av hesum, og sum oftast hava sambýlini ikki livað upp til tað endamál, tey eiga at hava.

Neyðugt er at gera eina langtíðarætlan fyri hetta økið, og neyðugt er at hava serkunnleikan við í tí arbeiðnum. Her verður hugsað um bæði starvsfólk, búfólk og avvarandi at teimum, sum skulu búgva á sambýlunum.

Jógvan Philbrow
formaður í Føroya Pedagogfelag