Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norrøna við bryggju í Hirtshals

BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ VIÐ NORRØNU TIL HIRTSHALS

- 17. til 19. juni 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

FYRSTA BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐIN VIÐ NORRØNU 
var í juni í 2010, tá ferðin gekk til summarlegustaðin Ástjørn í Íslandi. Hetta er sostatt sætta ferðin av hesum slagnum. Farið verður av Havnini fríggjamorgunin 17. juni kl.03.30 og komið verður til Hirtshals leygardagin kl.12.30 og farið verður úr Hirtshals kl. 15.30. Koma á Havnina sunnukvøldið kl.22.30

MØGULEIKI VERÐUR AT VITJA Í GONGUGØTUNI Í HIRTSHALS. 
Bussur koyrir frá og til Norrønu, sum er við í ferðaseðlinum. Fyristøðufólkini á Malta, Anna og Hans Djurhuus, siga, at húsið er opið til tann, sum hevur hug at hyggja inn, og ein ókeypis drekkamuður er eisini at fáa. Malta liggur beint inn frá gongugøtuni, og føroyska Merkið sæst væl. 

FLEIRI BÍBLIUTÍMAR OG SANGLØTUR VERÐA UMBORÐ, MEÐAN SIGLT VERÐUR. 
Hesar løtur eru altið gevandi og hugnaligar. Við í ferðalagnum verða m.a MC Restorff, Svein í Prestgarði, Jóannes S Hansen, Páll á Lakjuni, Poul Jóhan Djurhuus og Hjørleif Vang. Hesir koma ávíkavist at hava ábyrgdina av bíbliutímunum og tónleikinum/sangløtunum. 

TILBOÐSPRÍSUR!!!
1.495 krónur!!! 
Sami prísur fyri 2-ella 4-koyggjukamar. Einakamar kostar 300 krónur eykað.

SERA GOTT TILBOÐ!!!!
Við í ferðaseðlinum eru tríggjar morgunmatarbufféir og tríggjar kvøldbufféir

SAMSKIPARAR:
Martin Dam Joensen, Smyril Line tlf. 345900 og Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar tlf. 228314

TILMELDING:
Smyril Line tlf. 345900 
booking@smyrilline.fo

ØLL VÆLKOMIN!!!
Øll eru hjartaliga vælkomin at melda seg til ferðina....bæði tey, sum ganga á møti og sum ikki ganga!