Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í næstum kunnu kundar hjá Bil Mini Taxi stytta munandi um bíðitíðina, tá teir bíleggja sær
hýruvogn. Tað hendir, tá nýggja appin til fartelefonir nú verður tikin í brúk
Sum tann fyrsta føroyska hýruvognsstøðin, fer Bil Mini Taxi í næstum at loyva sínum kundum at
bíleggja bil umvegis eina app til fartelefonina.

TÍÐINDASKRIV

Higartil hava kundarnir verið noyddir at ringja til støðina fyri at fáa fatur á einum hýruvogni, og so er tann fyrsti bilurin í røðini sendur eftir kundanum. Hetta kann hava bíðitíð við sær, serliga um bilurin er staddur í hinum endanum av býnum.

Við nýggja møguleikanum sleppur kundin undan bíðitíðini. Tí tá bílagt verður á appini, sum eitur Bil Taxi, verður tann bilurin, sum er tættast við adressuna, sendur eftir kundanum. Tá tú hevur fingið bil, fært tú upplýsingar um bil og bilførara, við navni, mynd og øðrum, og í appini sært tú bæði, hvussu bilurin nærkast og nær hann er frammi. Tá bilurin stendur í túninum fært tú eini boð á telefonina. Tá túrurin er liðugur, fært tú eina kvittan á appini, sum vísir nær túrurin byrjaði og nær hann endaði og hvussu nógv tú hevur goldið.

- Okkara uppgáva er at flyta kundan frá einum staði til eitt annað, trygt, skjótt og væl. Tað hava vit gjørt hvønn dag í nógv ár, men við hesi nýggju appini fylgja vit við tíðini fyri at veita okkara kundum eina enn betri tænastu. Og tað hevur sera stóran týdning fyri okkum, sigur Birnir Hauksson, stjóri í Bil Mini Taxi.

Samskiftið við kundarnar hevur stóran týdning fyri bilstøðina, og her gevur nýggja appin
viðskiftafólkunum og støðini ein heilt nýggjan møguleika. Tá túrurin er liðugur, sleppa teir
nevniliga at geva bilføraranum karakter fyri tænastuna. - Fyri okkum er týdningarmikið at fáa at vita, hvussu kundarnir eru nøgdir við tænastuna, sum vit veita. Við hesi nýggju appini fáa vit eitt nýtt amboð, tí nú fær støðin eisini at vita, hvussu tænastan er. Tað er gott, tí tað kunnu vit brúka í menningini av støðini, sigur Birnir Hauksson.

Nýggja appin hjá Bil Mini Taxi er ment í Føroyum. Tað er Óla Christian við Sandá, sum hevur ment hana við stuðli frá Vinnuframagrunninum.